Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Rórðarsamband Føroya: Í samband við nýggju inniróður lógina hjá Róðrarsambandinum er sett ein úttøkunevnd at velja teir rógvarar, sum skulu umboða Føroyar á inniróður landsliðnum, at kappast í uttanlands kappingum.

Í úttøkunevndini sita Magnus Norberg, Kristian Linklett Mortansson, Jakup Joensen og  landsliðsvenjarin, Sarita Kristinu Hansen.

Nevndin hevur úttikið juniorrógvarar, sum skulu umboða Føroyar í Gladsaxe 20. januar, har kappast verður um danmarksmeistaraheitið í innirógving.

Róðrarsambandið ynskir øllum rógvarum bestu eydnu og takkar øllum, sum hava luttikið í heimligu kappingunum í heyst.

Næsta heimliga inniróðurkapping verður 9. mars 2023 í Høllini við Streymin, har kappast verður um Gran Prix- og FM-heitini.

Úttikin at umboða Føroyar til DM 20. januar 2024 eru:

U13 Gentur -   Sirið Helena Agarsdóttir, Froðbiar Sóknar Róðrarfelag

U13 Dreingir - Arnar Daniel Hjaltason, Vágs Kappróðrarfelag

U14 Gentur -   Olivia Mortensen, Vágs Kappróðrarfelag

U15 Gentur -   Vár Fróðadóttir, Róðrarfelagið Tindur

U15 Gentur -   Petra Johnsdóttir, Róðrarfelagið Tindur

U15 Dreingir - Rúnar Emil Dalsá, Róðrarfelagið Tindur

U16 Dreingir - Jónas Glerfoss Hansson, Róðrarfelagið Tindur

U18 Dreingir - André Johannesen, Róðrarfelagið Tindur

EM og HM verður í Prag, Tjekkía 23. og 24. februar. Úttøkan av rógvarum til hesa kappingina er ikki endaliga komin uppá pláss enn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo