Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Hanna Jensen á Facebook: Hesum eru eg og mong við mær hart ímóti, og bæði eg og mong við mær hava boðað frá tí aftur og aftur - bæði beinleiðis til landsstýrismannin og alment í greinum o.a.

Men landsstýrismaðurin lurtar ikki og ger ímóti einum stórum meiriluta.

Hinvegin drálar hann við at arbeiða saman við samgonguflokkunum og øllum tinginum við semjusøkjandi arbeiði fyri fólkaskúlan, og hesum taki eg kraftiga frástøðu frá - sum foreldur, sum skúlafólk, sum royndur kommunalpolitikkari og landspolitikkari!

Eg fari so langt sum at siga, at her verður arbeitt ímóti samgongusemjuni!! skrivar Hanna Jensen, tingkvinna í Framsókn, á Facebook.

Viðmerkingin er í sambandi við greinina Vetrarfrí í 2025, 2026 og 2027 á heimasíðuni hjá KVF.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo