40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í fyrispurningi til Jenis av Rana, landstýrismann, hevur Jóhannis Joensen, tinglimur, spurt landsstýrismannin, hvørjar ítøkiligar ætlanir landsstýrismaðurin hevur, viðvíkjandi málundirvísing fyri fremmandmælt børn á dagstovnum og í skúlunum.

Í skrivliga svarinum til Jóhannis, hevur landsstýrismaðurin útgreinað sínar ætlanir. Pedagogfelagið harmast um svarið. Í svarinum nevnir Jenis einki um ætlanirnar fyri dagstovnarnar. Harafturímóti er ætlanin at eftirútbúgva lærarar, ið undirvísa fremmandmælt børn.

Barnið byrjar ikki at læra tá tað gerst 7 ár. Starvsfólkini á dagstovnunum taka eisini ímóti fremmandmæltum børnum. Hesi skulu sjálvsagt eisini fáa somu førleikar, sum nú stendur lærarum í boði – og við tí fylgir eisini tíð til at gera uppgávuna.

Síðani stjørnarskiftið í september mánaði, hevur Pedagogfelagið heitt á landsstýrismannin um at koma á fund við felagið. Her vildu vit umrøða ætlanirnar hjá landsstýrismanninum við teimum økjunum, har okkara limir arbeiða. Tað hevur ikki borið til enn hjá landsstýrismanninum at møta felagnum.

Pedagogfelagið fer at heita á landsstýrismannin um at koma við ítøkiligum ætlanum fyri dagstovnarnar. Vit skulu minna á, at landsstýrismaðurin eisini umsitur dagstovnalógina og námsfrøðina í dagstovnunum.

Sí alt svarið hjá Jenisi av Rana HER.

FØROYA PEDAGOGFELAG

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo