40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Mynd: Jens Kr. Vang/Portal.fo

Mynd: Jens Kr. Vang/Portal.fo

Mynd: Jens Kr. Vang/Portal.fo

Hann kom inn á pallin sum ein kollveltari. Gjørdi sendingar um Bankamálið og varð valdur inn á ting upp á sín reinleika. Hann varð móttikin sum ein kultfigurur. Høgni er føddur í 1966, Jóannes Paturson í 1866 og Nólsoyar Páll í 1766. Høgni mátti verða sendur av hægri maktum at frelsa okkara land.

"Klokkuklárar mannagongdir", "treytaleyst nærlagni" og "rættstundis umhugsni" hava verið hansara vørumerki øll hesi mongu árini í politikki.

Inntil nú!

Á reinleikans altari hevur Høgni Hoydal verið við at sett fram misálit/offra m.a. hesar persónar:

Signar á Brúnni var landsstýrismaður í mentamálum. Hann hevði gjøgnum ár 2000 við fullum rætti goldið lønareftirstøður til starvsfólk hjá Kringvarpinum m.a. lønareftirstøður í sambandi við sendingarnar um Bankamálið. Hann noyddist frá, hóast ein kanningarstjóri seinni frikendi Signar á Brúnni.

Í 2002 stóð Jørgen Niclasen fyri tørni. Misálit var reist, tí hann hevði víkt fyri nøkrum lánum til rækjuskip. Áogn landskassans var mist frammanundan. Eingin visti rættuliga, hvat Jørgen Niclasen hevði gjørt, men hann skuldi frá vegna politiskan óreinleika.

Í 2003 kravdi reinleikin hja Høgna Hoydal, saman við øðrum, sítt næsta offur. Misálit skuldi leggjast fram móti Annfinni Kallsberg vegna hansara leiklut sum bókhaldari á Viðareiði fyri mongum harrans árum síðani. Bókin um skjót journalistin var akkurát útkomin.

Annars eru tað váttað tíðindi, at Annfinn Kallsberg noyddist at stongja hurðina inn á Løgmansskrivstovuna, tí landsstýrismaðurin, sum sat í hinum endanum í Tinganesi gekk uppi um náttina og rótaði í pappírum hjá távernadi løgmanni.

Um hetta var forleyparin til miklu orrustuna við Jóannes Eidesgaard í 2008, tá teir bardust um eitt lyklarhol, sigur søgan einki um. Tað er í hvussu so er próvfast, at Høgni Hoydal var mitt í rokanum, tá hann á miðjari nátt bað ein lásasmið koma út í Tinganes fyri at opna eina hurð (ikki hurðina hjá Anfinni, men hjá Bjørn Kunoy, tí har skuldi Petur Petersen inn at sita sum starvsettur í uttanríkismálum).

Í 2005 legði Høgni Hoydal, saman við øðrum, fram misálit móti Jóannes Eidesgaard fyri politiskan óreinleika.

Í 2010 legði Høgni Hoydal, saman við øðrum, misálit fram mót Kaj Leo Holm Johannesen fyri tað sama.

Í 2014 legði Høgni Hoydal, saman við øðrum, fram misálit móti Johan Dahl við sera áhugaverdum grundgevingum. Jóhan Dahl skuldi ábyrgdast fyri at ein stovnur undir honum, nevniliga Strandfaraskip Landssins, hevði havt eina meirnýtslu uppá 4,8 mill. kr. Í hesum máli var landsstýrismaðurin ikki so frægt sum kunnaður um hesi viðurskifti gjøgnum ein teldupost.

Sama ár, í 2014, legði hann misálit, saman við øðrum, fram móti Jørgen Niclasen fyri viðurskifti, sum Jørgen Niclasen skuldi hava framt fyri 25 árum síðani. Høgni Hoydal vildi vera við, at kravið til reinleika hjá landssstýrisfólkum skuldi vera sum hjá konuni hjá Cesari, har mátti eingin blettur vera á lakinum yvirhøvur.

Alle gode gange tre. Í 2014 legði Høgni Hoydal, saman við øðrum, fram misálit móti Kaj Leo Holm Johannesen fyri at hava sagt ósatt fyri tinginum. Grundgevingar hansara vóru sera áhugaverdar. Í viðmerkingunum sigur Høgni Hoydal millum annað:

Verður eingin politisk avleiðing av hesum máli, verður skapt eitt sera skaðiligt fordømi, sum góðtekur, at løgmaður og landsstýrisfólk tilvitað siga ósatt fyri Løgtinginum og bera Løgtinginum skeivar upplýsingar. Tá er øll tann fólkavalda skipanin og tær demokratisku grundreglurnar settar til viks og Løgtingið hevur mist sítt vald sum umboð hjá fólkinum.

Í málinum um flyting av veiðuloyvum frá línuskipum til ídnaðarskip hevur Høgni Hoydal tikið uppaftur eina praksis, eftir at Løgtingsins Umboðsmaður hevur staðfest, at slíkar flytingar eru ólógligar.

Fyrrverandi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum steðgaði hesari praksis eftir at Umboðsmaðurin var komin til hesa niðurstøðu.

Eftir niðurstøðuna verður sama ólógliga mannagongd brúkt, og Høgni Hoydal verður kunnaður um málið, m.a. á fundi við Fiskimannafelagið og gjøgnum ein umbidnan teldupost.

Í hesum máli er sostatt staðfest, at Høgni Hoydal hevur umsitið løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap ólógliga og at hann hevur sagt ósatt fyri tinginum.

Spurningurin er nú, um allur reinleikin hjá Høgna Hoydal, hevur verið tann beri glantrileikur, nú Høgni Hoydal er komin sær út í somu støðu, sum allir aðrir landsstýrismenn, sum hann hevur verið við til at kravt frákoyrdar vegna vantandi reinleika.

Sleppur Høgni Hoydal at fríkenna seg sjálvan, má av sonnum staðfestast, at álitið á politisku skipanina, sum hann so ofta hevur eftirlýst í sínum misálitum, er fokið med alla.

(Umframt hesi misálit, sum eru viðheft niðanfyri, er so eisini misálitið á Jørgen Niclasen í 2003, sum bleiv tikið aftur, tí Jørgen Niclasen legði frá sær, og so uppsøgnin av Annfinn Kalsberg í 2003, tá Høgni Hoydal sleit fullveldissamgonguna vegna krav til politiskan reinleika. Annfinn Kalsberg hevði vist nokk gjørt onkran bókingarfeil á eini frystigoymslu í Hvannasundi, og tað kostaði so tí samgonguni høvdið).

Misálit á fyrrverandi løgmann Kaj Leo Holm Johannesen

Misálit á Johan Dahl

Misálit á Jørgen Niclasen

Misálit á Jóannes Eidesgaard

Misálit á Kaj Leo Holm Johannesen

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo