40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Góðu veljarar í Tórshavnar Kommunu! Nú er tað onkur av tykkum ið hugsar, at míni áhugamál fyri lokalpolitikki í høvuðsstaðarkommununi bert snúgva seg um Hoyvík – men soleiðis er tað als ikki. Mín áhugi fyri framburði og trivnaði er sera sterkur fyri Tórshavnar býi, eins og hann er fyri bygdum og oyggjum - ið eru partur av kommununi.

Hóast mítt akker er í Hoyvík, so eru míni ættarbond – bæði í móðir- og faðirætt – væl grundfest i í Tórshavn. Kann til stuttleika nevna, at ein langomma, Armgarð Djurhuus var úr Áarstovu. Ein onnur langomma, Amalia Sofía Evensen, var úr húsum við Kongabrúnna tey róptu “Í Skarði”. Ein triðja langomma, Maria Ziska, var úr húsum í Skansabrekkuni nevnd “Í Dali”. Langabbin, Jens Mohr, ættaður úr Hoyvík, búði ovast í Skansabrekkuni. Og langomma og langabbi, Anna Sofía og Jóan Hendrik Egholm, búðu Undir Glaðsheyggi.

Hvønn yrkadag gongur leiðin oman til Havnar, har eg havi mítt yrki, ið er staðsett mitt í hjartanum av býnum nevniliga í Steinatúni. At parkera bilin við søguliga bygningin, Sjónleikarhúsið, og ganga oman í Steinatún, er ein serstøk byrjan uppá arbeiðsdagin.

Eg eri sera góður við Havnina við øllum tí, hon hevur at bjóða – bæði tá ið tað kemur til arbeiði, vinnu og frítíð. Nógv er broytt í Havnini, frá tí eg var barn og til nú. Her hugsi eg ikki minst broytingina frá tí, at so at siga alt vinnuvirksemið fyrifórst fram við havnalagnum og til nú, har stórur partur av vinnuni er fluttur út í vinnuøkini: í Vika, á Hálsi og inni á Sandvíkarhjalla/Skarðshjalla. Henda broyting, saman við sjálvari víðkanin av byggilendinum hevur skapt heilt nýggj økir í býnum, ið mest eru at samanlíkna við forstaðirnar í Keypmannahavn. Hesir býlingar liva sítt egna lív við øllum tí sum hartil hoyrir, og soleiðis skal tað eisini verða.

Kommunan eigur at nýta stóra orku til at hjúkla um hesar býlingar, við tí fyri eyga – at skapa góðar karmar fyri trivnaðinum og at tryggja lokalan ognarskap og ávirkan á avgerðirnar, hjá teimum fólkum, ið har liva.

Sjálvt hjartað í Havnini meti eg, er økið frá Skipasmiðjuni, gjøgnum Vágsbotn og niðan til Steinatún, og síðani út eftir til Skansan. Hetta økið skal hava eina serliga raðfesting. Tað er so sjáldsamt og sensitivt, at øll tey inntriv, ið verða gjørd, skulu taka serlig atlit til upprunan og søgulig viðurskifti.

Eg meini, at Sølutorgið í Vágsbotni skal veruliga útbyggjast soleiðis, at vit fáa ein marknað, ið kann bjóða allar føroyskar úrdráttir og føroyska framleiðslu fram.

Eitt, sum eg ikki eri so glaður fyri er, at fólk nú vilja kroysta parkeringshús í hetta økið. Mín áskoðan er, at vit mugu heldur venda tað á høvdið og royna at avmarka bilarnar í økinum og møguliga gera parkeringstunlar elle parkering undir jørð. Her hugsi eg serliga um langtíðarparkering hjá fólki, ið skal til arbeiðis í økinum. Eisini ber til at gera betri langtíðarparkeringsøki uttanfyri sjálvan miðbýin, og so kunnu fólk nýta okkara góðu ókeypis bussleið, tá ið tey skulu inn í hjartað av Havnini til arbeiðis. Parkeringsviðurskiftini í Miðbýnum skulu heldur miðvíst gagna handils- , tænastu- og frítíðarlívinum í býnum.

Hetta eru nakrar hugleiðingar um hvat eg vil arbeiða fyri, um tað gerst mær møguligt – eftir 10. september.

Gunnar Djurhuus
valevni fyri Tjóðveldi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo