Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Lærararnir í Fuglafjarðar Skúla, Bárður á Lakjuni og Marjun Djurhuus, leikstjórna sangleikinum, High School Musical, sum verður frumsýndur í Mentanarhúsinum í Fuglafirði mikudagin 9. mars

Lærararnir í Fuglafjarðar Skúla, Bárður á Lakjuni og Marjun Djurhuus, leikstjórna sangleikinum, High School Musical, sum verður frumsýndur í Mentanarhúsinum í Fuglafirði mikudagin 9. mars

Tað er objektivt mett heilt einastandandi, at tað skal bera til at pallseta ein heimskendan filmssangleik sum breytarverkætlan. Tað er á 10. floksstigi.

45 næmingar í 10. flokki úr Fuglafirði, Gøtunum, Leirvík og Klaksvík venja hart og intenst í Mentanarhúsinum í Fuglafirði við at fáa Disney Channel Original Movie, High School Musical lidnan til premieruna mikudagin 9. mars.

Tveir leikstjórar, Marjun Djurhuus og Bárður á Lakjuni, bæði lærarar í Fuglafjarðar Skúla, stýra hesi allar helst mikið krevjandi og stóru verkætlan í Fuglafirði, staðnum við sínum grundfesta musikalska arvi.

Breytarsamstarv á 10. floksstigi fevnir um fleiri stórpláss í Føroyum, til dømis í Tórshavnar kommunu, Vágum, Skálafjørðinum – serliga Runavík-Toftum og eisini Sunda Kommunu. Og tað má haldast at vera sera áhugavert, at sangleikir, sum vit higartil hava fingið serveraðar frá evnaríkum næmingum á gymnasialum stigi í Hoydølum, ekkóa í framhaldsdeildum fleiristaðnis í landinum.

Subjektivt mett er einki at ivast í, at sangleikurin, High School Musical, sum nú er um at fara av skrástokki í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, verður ein succes, sum vónandi kann verða spældur á øðrum palli – ella pallum – í landinum.

Disney Channel Original Movie, High School Musical, er filmssangleikur, ið hevur vunnið eina Emmy-virðisløn. Disney Channel hevur framleitt og fordeilt filmin, ið skuldi verða frumsýndur sum sangleikur í mikrometropolinum, Fuglafirði í Føroyum. Filmurin varð vístur fyrstu ferð á amerikansku Disney Channel tann 20. januar í 2006, og hann varð vístur fyrstu ferð tann 8. september 2006 á skandinavisku Disney Channel. Fløgan – ella albummið – varð í 2006 mest selda album í USA.

Og hvat er søgugongdin í High School Musical?

Troy Bolton og Gabriella Montez verða tvingað til at syngja eina karaokeduett saman á eini nýggjársveitslu, og tey verða skjótt vinir. Tey hittast aftur, tá ið Gabriella av tilvild flytir í skúlan hjá Troy og bý. Tey vera bæði ógvuliga bilsin um at síggja hvørt annað aftur ... og ... ja, tað fer søgan at vísa í Mentanarhúsinum í Fuglafirði mikudagin – ella –kvøldið – tann 9. mars 2016.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo