Hiking.fo, sum er heimasíðan sum ein av ídnastu føroysku fjallaklintrarunum, Pól Sundskarð, eigur og alsamt mennir, fer nú at vísa panorama myndir av øllum føroysku fjallatoppunum.
Fyrstu 50 myndirnar eru í ger og Hestur og Koltur eru longu komnar út á síðuna.
Pól Sundskarð sigur í stuttari viðmerking við VP, at myndirnar er gjørdar til teldur, teldlar, snildtelefon og VR-brillur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo