Elska øll, lít á fá og skaða ongan
- William Shakespeare

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Hagapartarnir í Mykinesi: Fyrsta mai byrjar siglingin út í Mykines og tá byrjar ferðafólkastreymurin eisini. Í fjør samtykti grannastevnan, at tørvur var á at gera okkurt fyri at verja lundan.

Í tí sambandi hava hagapartarnir og hiking.fo nú gjørt avtalu um ferðaleiðara og vaktarhald í Mykinesi í summar.

Gongdin seinnu árini, hevur víst okkum, at tørvur er á at hava reglur og ásetingar, sum skipa viðurskiftini betri, sigur Esbern í Eyðanstovu, ið er ein av hagastýrisformonnunum í Mykinesi.

2017 var eitt royndarár og við støði í hesum, hava vit valt at gera reglurnar einfaldari og skipa fyri vaktarhaldi í tíðarskeiðinum frá klokkan 11:00 til 17:00, tá loyvi er at fara út um bøgarðarnar.

At standa fyri vaktarhaldinum og innkrevjingini, er avtala gjørd við hiking.fo.

Í 2017 fekk felagið heiðurin sum ársins átak og hevur ment eina heimasíðu, har tað ber til at bíleggja túrar við ferðaleiðara ymsastaðni í Føroyum.

Dentur er lagdur á, at túrarnir eru ankraðir í nærumhvørvinum soleiðis at tað eru fólk á staðnum sum standa fyri.

Vit eru sera spent at fara undir nýggju uppgávuna, sigur Pól Sundskarð, sum eigur og rekur hiking.fo.

Hann sigur eisini, at saman við hagastýrisformonnunum hava tey funnið ein leist, sum fer at gera tað einfaldari hjá ferðafólki.

Á heimasíðuni mykines.fo, ið verður nýtt tá fólk bóka pláss við Jósup er leinkja til hiking.fo, so til ber at bóka alt um eina leið.

Kravið um ferðaleiðara er í 2018 avloyst av vaktarfólki, sum í staðin fara at ansa eftir, at leiðreglurnar í grannastevnuviðtøkuni verða fylgdar.

Bestu upplivingina fáa ferðafólk avgjørt við staðkendum ferðaleiðara. Um ferðafólk ynskja ferðaleiðara kunnu tey venda til onkra av ferðaskrivstovunum. Hiking.fo hevur eisini møguleika fyri at útvega ferðaleiðara um tørvur er á tí.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo