Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Tórsfest 2024: Bólkurin byrjaði í 1999 og eru sangirnir, sum teir hava útgivið gjøgnum hesa tíð, nærum blivnir fólkaogn hjá føroyingum. 

Bólkurin byrjaði við Páll Oddur Rubeksen, Finnur Koba og Páll G. Hammer og nú er manningin víðkað við bæði Høgna Fagraberg, ìsak Sambleben og Halgir W. Arge, ið allir eru ógvuliga góðir tónleikarir.

Tí slær tað sera sjálvdan feil, tá teir fara á pall og plaga teir at fáa áhoyrarafjøldina at kóka, tá teir tríva í vældámdu sangirnar. 

Tí tað er nærum ongin veitsla uttan stuttligu og freku sangirnar hjá Páll Finnur Páll og er bólkurin kendur fyri, at hava fangandi og skemtandi løg. Vit kenna løgini ‘Eg fari mín egna veg’ , ‘Herbergið’, ‘Forelskaður sjónleikari’ og allar hinar.

Tað er altíð festligt og lív í, tá Páll Finnur Páll eru á pallinum og verður tað uttan iva ein av stuttligu løtunum á Tórsfest 2024, sum verður 26.juli.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo