Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Brot úr røðu hjá Tórbjørn Jacobsen, tá stevnan Fjarðarok varð sett í gjárkvøldið:

- Hitt málið er samtyktin í gjár, um avmarkandi tiltøk í sambandi við atgerðir móti Ukraina. Í góðum putinskum stíli gav løgtingið einum landsstýrismanni treytaleyst vald. Fá mál eru so illa frágingin av einum landsstýri sum hetta, politiska handverkið burturav ússaligt, - líkamikið hvørja støðu vit annars hava til málið um at sanktionera mótvegis hinum krígsførandi Ruslandi.

- Sjálvt vit, sum góðtaka at okkara egni suverenitetur liggur væl vardur inni á onkrari stjórnarskrivstovu í Keypmannahavn, kunnu undir ongum umstøðum góðtaka, at ein nationalstatur brýtur suverenitetin hjá einum øðrum nationalstati, í hesum førinum einum grannalandi. Ein ótespilig gerð, sum má steðgast. Tað er ikki minst ein moralskur og etiskur spurningur.

- Moralska og etiska kumpassin hevur malið íkring fleiri ferðir í hesum málinum. Ósannindir og kákl – og uttanumtos. Valdu tey at fylgja moralsku og etisku kumpassini, tá tók løgtingið eina einvísa avgerð um at steðga øllum samstarvi við Rusland, - í stundini. Eisini samstarvið umvegis fiskiveiðisáttmálan frá 1977. Tá sótu ávikavíst 33 og 9 hvítvaskaðir politiskir einglar nú á Vaglinum og úti á helluni í Tinganesi. Men, tað er altíð eitt men, onkur egoistisk áhugamál máttu nú kortini lívgast á moralska/etiska bismaranum, annars helt samgongumeirilutin ikki fyri trýstinum. Hóast tað, at virðiligu málini eru høg, so skerst ikki burtur, at politikkur er borin uppi av kyniskum valdi. Niccolò Machiavelli hevur ikki livað til fánýtis, - og vit sita spyrjandi uppi yvir hálvpiðaðum sanktiónum.

- Hvør ber so meginpartin av avleiðingunum av hesum politiska fløkjustampi valdsins? Jú, Eysturoyggin, sum at kalla onga politiska umboðan hevur, har ið avgerðirnar verða tiknar, og tað kunnu vit bara takka okkum sjálvum fyri. Valt er valt – og vit valdu umboðanina og ávirkanina frá okkum.

- Mest, sum hevur nógv virksemi á Skála og í Runavík, væntar at missa ein góðan part av sínum virksemi, Runavíkar havn missir millum fjórðing og triðing av sínum inntøkum, proviantering, umvælingar og aðrar tænastuvinnur missa, hundraðtúsundtals litrar av orku sleppa at liggja goymdir í tangunum í Søldarfirði og framleiðslufeløgini, eitt nú í Fuglafirði, sum flyta uppsjóvarfisk til Ruslands, fara at kenna sviðan.

- Landsstýrið væntar, at vit missa einar 400 milliónir krónur á hesi kontuni, og so at siga allur niðurskururin fellur Eysturoynni í lut. Vit falla ikki í fátt av hesum, langt frá tí, men synd er at siga, at hetta er eitt samhaldsfast býti, sum ein “ovursolidarisk” samgonga stendur á odda fyri.

- Táið gistingarhúsini í høvuðsstaðnum, Essabarr, Sirkus Føroyar og aðrar drykkjustovur í sama býi í almenna rúminum staðfestu, at tær høvdu selt nakrar vælblandaðar sjussar færri enn áðrenn covid-19, stóðu tingmenn úr øllum flokkum ídnir oman á herðunum á hvørjum øðrum, fyri at kompensera fíggjarliga fyri manko´ina millum selda rúsin fyri og eftir heimsfarsóttina. Hjálparpakkar fyri vantandi kenningar í hópatali, - eftir at tárini á sjónvarpsskíggjanum sum salttirnur raktu teirra viðkvæmu samvitskur. Har var onki óført. 15 minuttir norðari liggur ein oyggj, sum stendur til at missa hundraðtals milliónir orsakað av politiskum átøkum, og nú hoyrist ikki eitt kis frá nøkrum, hvørki úr samgongu ella andstøðu.

- Tað nýggjasta á fiskiveiðimótinum er annars, at Dennis Holm í kunngerð ætlar at taka makrelin frá trolarunum hjá flakavirkinum Faroe Origin í Runavík. Eitt veiðivirði á 10 milliónir krónur. Ongin hevði nú væntað annað enn hetta, at hann fór at lívga sínum góðu vinum við havsins svimjandi virðum, - men máti skal vera við ósmæðni.

Les alla røðuna her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo