40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hjálparpakki 1 og 2 fara úr gildi 30. juni. Tað vil siga, at serliga koronaskipanin hjá ALS og skipanin við stuðuli til fastar útreiðslur, fara úr gildi 30.juni. Tað svaraði landsstýrismaðurin Helgi Abrahamsen mær til munnligan fyrispurning í tinginum í dag. So veit vinnan tað!

Tað hon ikki veit, er um nakað munagott kemur í staðin.

Ein stórur partur av teim mongu, sum nú eru og verða uppsøgd, og stórur partur av teimum 2400 arbeiðsfólkunum í serligu ALS skipanini kunnu nú gerast veruliga arbeiðsleys.
Nógvar uppsagnir eru, serliga í ferðavinnuni í løtuni. Eg spurdi eisini landsstýrismannin, hvussu hann ætlar at lofta arbeiðsplássum, men fekk ikki greitt svar.

Ein hjálparpakki til ferðavinnuna er ávegis, og vónandi fer hesin at gera, at fleiri arbeiðspláss ikki fara fyri skeytið.

Endamálið við hjálparpakkunum til vinnuna – sum allir flokkar á tingið hava staðið saman um – var júst, at binda fyri hópuppsagnum, og at tryggja hundraðtals arbeiðspláss kunnu lyftast ígjøgnum koronakreppuna.

Bjørt Samuelsen,
tingkvinna fyri Tjóðveldi

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo