40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Tórshavnar kommuna: Lagið var gott á næmingunum á hægri námi á Glasi seinnapartin, nú teir fyri fyrstu ferð síðani korona kom eru samlaðir til eitt felags tiltak.

Næmingarnir eru ógviliga fegnir um aftur at kunna savnast til eitt gott tiltak, sum byrjaði høvdingabólti. Hetta spælið er sprottið úr filminum “Dodgeball” við tveimum kendum filmstjørnum úr Hollywood í høvuðsleiklutinum.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, varð boðin at seta dagin.

- Tykkara framtíð er spennandi. Tit lesa alt frá marknaðarbúskapi og tænastubúskapi til framleiðslutøkni og eisini innovasjón. Hetta eru alt útbúgvingar, sum stórur møguleikar eru í.

- Fyri Tórshavnar kommunu er tað umráðandi at hava ungdómin í býnum. Ein ungdóm sum hevur ætlanir fyri framtíðina. Ja, ein ungdóm, sum fegin vil læra nýtt og sum dámar væl at vera virkin í gerandisdegnum.

- Nógv er hent her í økinum, og tað er gott at síggja, hvussu væl tit trívast á Glasi. Bygningurin er sjónligur í býarmyndini, og hann er við til at geva Havnini ein dám av einum røttum stórbýi. Og eg vóni eisini, at tit verða sjónlig í Havnini og í øllum Føroyum í framtíðini, og at tit fara at seta tykkara dám á høvuðsstaðin og alt landið í framtíðini.

- Eitt er púra vist. Við hesum fjølbroyttu útbúgvingunum, sum tit taka, so er tað eingin ivi um, at tykkara møguleikar fyri eini bjartari framtíð í okkara høvuðsstaði og í okkara landi eru nógvir og spennandi!

Borgarstjórin fekk eisini heiðurin at kasta fyrsta bóltin í spælinum.

Áleið 50 næmingar ganga á hægri námi á Glasi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo