Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Innsent: 27. januar l945 náddu russisk herlið týsku týningarleguna Auschwitc í Póllandi. Hetta var eingin tespilig sjón, ið teir sóu. Myndir, ið tiknar vóru hendan dagin - og í øðrum legum nazistanna -  gjørdust prógv fyri teimum ræðuligu gerðum, ið vóru framdar móti jødum og øðrum undir seinna heimsbardaga.

Løgtingið samtykti fyri nøkrum árum síðani, at 27. januar skuldi staðfestast sum Holocaust-dagur í Føroyum, so hesar ræðuligu gerðir nazistanna ikki fóru at verða gloymdar. Samstundis skuldi hesin dagurin verða ein áminning um, at slíkar ómenniskjaliga gerðir ongantíð máttu henda aftur. Tí er heitið á stevnuni í Lívdini leygardagin kl. 16.00:  "Ongantíð aftur".

Holocaust-stevnan verður skipað av feløgunum "Vinir Ísrael í Føroyum" og ICEJ Føroyadeild (Altjóða Kristna sendistovan í Jerusalem). Á stevnuni fer føroyski Ísraelssangbólkurin í Filadelfia í Gøtu at syngja hebraiskar sangir, Monica Staus spælir fiól, Róland og Elsa í Skorini fara eisini at greiða frá. Føroyska Katrin Weyhe, sum búði í einari av bygdunum, ið varð álopin av Hamas leygardagin 7. oktober 2023, vísir í videoupptøku hvussu harðliga Hamasálopið á bygd (kibbutz) hennara fór fram.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo