Tær vitja aftur í heimbygdini, tær tríggjar Mimi, Durita og Sonja. Tær siga søgur um avgerandi løtur, uppvøkstur, fyrimyndir og ávirkan. Søgur um atburð og hugburð og tær kvinnur, tær eru í dag. Havnadaman í Fuglafirði, Siri, sum er stigtakari, leiður okkum gjøgnum kvøldið og umrøður kvinnuleiklut, frásøgn og søgusigan.
Skrá:
Kl. 19.30
- Dyrnar lata upp. Kafein er opin og tónleikur við Elsu Gunnarsdóttir Sevdal og Birgit Eliasen
Kl. 20.00
- Vælkomin - Rønn
- Lýsing av typisku føroysku kvinnuni – Siri
- Stoyrtelling - søgurnar vit velja at siga – Siri
- Steðgur
- At tora at tora – samrøða við Duritu og Mimi
- Tónleikur – Elsa Gunnarsdóttir Sevdal og Birgit Eliasen
- Kvinnupolitiska landslagið – samrøða við Sonju
Luttakandi:
Mimi Steintórsdóttir, advokatur
Durita Nolsøe, sølufólk
Sonja Jógvansdóttir, politikari
Siri Helgadóttir Tórgarð, rágevi
Rønn Eliasen, mentanarleiðari
Elsa Gunnarsdóttir Sevdal & Birgit Eliasen, tónleikarar
Tiltakið er ókeypis
Framsýning við Arnold Vegghamar
Kaffisøla
Á Facebook: https://www.facebook.com/events/146714295847631/
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo