Talan er um 59 ára gamla journalistin Luis Martin Sanchez Iniguez sum hevur verið horvin síðani seinasta mikudag. Í dag var líkið av honum funnið í eini bygd nærhendis har sum hann búði. Tað var pakkað í plastposar og á bringuni vóru eini boð skrivað, tað stendur at lesa í blaðnum La Jornada har sum Luis Martin arbeiddi.
Hetta er annar journalisturin hjá La Jornada sum er dripin síðani 2017.
Tað er eitt vandamikið starv at vera journalistur í Meksiko, sum er illa plágað av mutri og skipaðum kriminaliteti.
Síðani 2000 eru yvir 150 dripnir sambært felagsskapinum Journalistar Uttan Landamørk.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo