Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Sat í dómkirkjuni í Maribo mikudagin 14. juni 2017. Henda stásiliga kirkjan var nýliga umvæld. Karmarnir vóru í lagi, nú Steen Skovsgaard, biskupur í Lolland Falster stifti, helt sína seinastu gudstænastu í embæti 64 ára gamal. Tá ið signingin var lýst, fór hann úr kápuni og hongdi hana á altarborðið.

Búnin var ikki hansara, hann var klæddur í klæði, ið vórðu litin hon til í embæti og tænastu. Eisini hin gylti krossurin varð lagdur, har kápan lá. So var tænastan lokin. Alt hevur sína tíð, sína gleði og sín prís.

Teir flestu dagarnir í embætinum vóru hugaligir og ljósir. Aðrar løtur vóru merktar av tí huglagi, ið eyðkennir kirkjuna, tá ið sóknin er rakt av sjúku, deyða og vanlagnu.

Ikki so fáir dagar vóru tungir vegna tess, at Steen í tænastuni hevði eina konservativa minniluta sannføring og stóð við sína trúgv. Ein góður maður, hóast ófullkomin við feilum og føllum. Mær kom til hugs tey ljótu og hvøssu orðini, ið hann í talu og skrift hevði fingið frá fólki í somu kirkju. Hví nýta kristin fólk so ljót orð um hvør annan?

Í eini fólkakirkju, ið lovprísar hugtøkunum sum fólkaræði, andsfrælsi og tolsemi. Vit eru vorðin ótollynt í allari taluni um tolsemi. Vit varnast ikki, at tolsemi er eitt tómt orð uttan andsfrælsi.

Prædikan var um Jesus, Harran og frelsaran. Jesus, hin sanni, fullkomni og heilagi. Einans gleði og tøkk fyri umsorgan og forbøn. Ein bøn fyri kirkjuni í síni fjølbroytni.

Hugsaði eina løtu um mína egnu støðu, at vit viðhvørt í tænastuni taka synd í okkum sjálvum. Jú, tað er satt, at tað nívir, tá ið trúgvandi fólk hunddálka eins egna navn, evnini og førleikan. Tað er ikki bara, bara!

Og so øll tey friðarligu, møguliga óseku, ið verða happað á netinum fyri útsjónd, upphav og húðarlit. Á skíggjanum var nýliga ein sending í danska sjónvarpinum, ið greiddi frá tí sálarligu líðing, ið danskur ungdómur stríðist við sum ein fylgja av happing.

Biskupar eiga at tola meira enn onnur, tí teir (m/k) verða væl løntir fyri sítt kall. Einki knarr er sømiligt, – men tey, ið ongum hava gjørt ilt, hví skulu tey pínast við óhøviskari talu og ljótum málburði?

Í Maribo dómkirkju rann mær til hugs svenska erkibiskupin Nathan Søderblom (1866-1931). Hann fekk heiðursløn Nobels. Hann virkaði fyri millumtjóða samvinnu á politiskum støði og tvørkirkjuligum arbeiði í andans heimi. 

Søderblom fekk nógva mótstøðu í síni samtíð frá kristnum, ið fóru eftir manninum vegna øvund, tvørrandi fatan og máttloysi. Ógvuslig framferð um andalig viðurskifti kann vera tekin um tvørrandi javnvág og sjálvsvirðing.

Ikki altíð eru tey, ið sita á fremstu rók innan kirkjugátt, tey dugnaligastu. Ei heldur verða tey hvassastu orðini altíð søgd av fólki, ið eru fremri enn onnur innan etiska hugsan, førleika og kristna trúgv. Óhøvisk tala er máttloysi.

Á gamalsaldri, tá ið Søderblom kendi evnini fjara burtur, endurtók hann javnan: “Ta størstu náði, ið eg biði um við atliti at míni deyðastund, er, at myndin av Jesusi á krossinum má standa klár fyri míni innari sjón, og at pína og møði ikki mega fjala myndina.” 1)

Við krossin fær hin kristni vallarin áræði og dirvi. Har er upphavið til sanna og varandi gleði. At síggja Jesu sáttargerð sum bót fyri vára syndir og vára føll. Menniskju mega í okkara atferð síggja tann vitnisburð, at Jesus er risin upp av deyða. At hann hevur innivist í hjørtum várum.

Avbjóðingarnar eru skiftandi frá tíð til aðra. Stóra avbjóðingin er at vera varðveittur í eini glaðari kristnari trúgv, ið veitir øðrum gleði. Ikki vreiði, beiskleiki ella hevnd. At síggja Jesus og náa málið.

Eri sannførdur um, at orðini og tungan eru millum tær størstu ódygdirnar, ið kristin menniskju eru fongd við. Jákup ápostul sigur, at tungan er ein lítil limur og ger nógv um seg. Tungan er eldur og dálkar alt likamið, og hana sjálva er settur eldur á frá helviti. (Hitt almenna bræv Jákups 3,4-6).

Nógv verri verður tað valla. Tað ræður um at vanda sær um orðini og lata Jesus nema bæði várt hjarta og vára tungu.

Mín inniliga bøn fyri mær sjálvum er at verða styrktur í siðiligari hugsan, talu og atferð. Tað er so skjótt at leypa framav hjá okkum, ið eru ivrig, hava stutt fjús og góðar talugávur. Orðini, ið søgd eru, kunnu ikki takast aftur. Má Harrin Jesus nema tunguna og fylla hjartað við vísdómi, so tað flýtur yvir av góðsku, ið avmyndar Jesus og gevur menniskjum lívsvón. Amen.

Orðið: “Umgangist við vísdómi tey, sum eru uttanfyri, so at tit keypa hina lagaligu stundina! Tala tykkara veri altíð dámlig, kryddað við salti, so at tit vita, hvussu tit eiga at svara einum og hvørjum serstakliga.” (Kolossubrævið 4,5-6).

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Heimild:
Eivind Berggrav, “Møte med  mennesker”, Forlaget Land og Kirke, Oslo 1962, bls. 25.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo