Besta leið úr trupulleikum er ígjøgnum teir
- Robert Frost

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Bert dagar gingu frá Høgna á Hamas-fundi til Hoydal sum NATO-vertur.

Tað er bíbilska trupult at tæna tveimum harrum. Men Høgni Hoydal roynir.

Hann dansaði herfyri á linari línu millum Speakers Corner og Tinganes.

Royndi fyrst at tekkjast islamska Hamas og so verjusamgonguni NATO.

Annað er jødahatskt drápslið í ‘keffyeh’ og hitt norrønir ráðharrar í jakkasetti.

Høgni Hoydal jongleraði ideologisk  millum terroristar og demokratar.

Er hetta politisk hugmóð, reint kávalæti, ósmæðin biddaragongd ella øll trý?

Frá koti til klædning. Frá Hamas, Hezbollah og Iran til demokratiska NATO.

Tann totalitera freistingin
Eingin Hoydal hevur nakrantíð havt annað enn stykni til NATO.

Sum fyrr nevnt er politiskt lyndi ættarbregði, í holdið borið, ja í okkara DNA.

Jú meiri politiskt víðgongd fólk eru, jú meiri ‘sekteriskt’ er teirra flokstilknýti.

Flestu okkara gruna, at ílegurnar viga tungt í okkara politiska lyndi.

Hjá teimum mest genetiskt fongdu er tann totalitera freistingin serliga sterk.

Hitler kundi ikki torga tilvitað konservativ ella frílynt fólk. So legði hann aftrat:

“Men gev mær ein fyrrv. kommunist, so skal eg fáa ein góðan nazist burturúr.”

Heilaðu til ‘Deutschland uber alles’
Hoydal er politiskt úr serliga arvagóðum bergi brotin.

Abbin (í móðurlegg) var nazistur úr Hesti, men annars gløggur hegnismaður.

Hin abbin var av Sandi, fyrst nazistur, so stalinistur og at enda maoistur.

Karsten var ein av fleiri føroyingum á norrønu dansiferðini í Lubeck í 1935.

Í 1930-unum til 1940 sóu føroyingar meiri upp til Týsklands enn til Bretlands.

Stevnan endaði á Marktplatz, har týski verturin, Alfred Rosenberg, helt røðu.

Ariska øsingin toppaði, tá fjøldin ‘heilaði’ og sang ‘Deutschland uber alles.’

Rosenberg var so høgur í Das Partei, at hann varð hongdur í Nurnberg 1946.

Karsten kjálkaði upp at Stalin sum fleiri føroyingar heimkomnir eftir krígslok.

Hann byrjaði politiskt sum tjóðveldisvalevni til Fólkatingið ímóti NATO í 1960.

Landstýrismaður (1963-67), vitjaði í Mao-Kina og sang úr ‘Lítlu Reyðu.’

Tann totalitera freistingin var sterk, sum hjá Erlendi, Sigurdi, D.P.D. og fleiri.

Haturin til NATO í holdið borin
Frá pilti minnist eg anti-NATO hundalívið á Tjóðveldi frá 50-unum til 1990.

Tá fullu Jarntjaldið og Sovjet-sosialisan, so Tjóðveldi fekk bert 11% í 1994.

2. páskadag 1959 var rokfundur á Vaglinum og fundarfólk gingu út á keiina.

Ein garrvill mannfjøld tók móti Tjaldrinum við P.M. Dam løgmanni umborð.

Teir ætlaðu at ‘taka’ hann, tí hann hevði gjørt ‘svikasáttmála’ um NATO.

Danmark (og tí Føroyar óspurdar) gjørdist NATO-limur við stovnan í 1949.

Tjóðveldi var hálv-stalinistiskt, vildi loysing, hataði NATO og elskaði WAPA.

WAPA var atom-samgonga hjá londum í kommunistiska Sovjet-blokkinum.

Tjóðveldi og málgagnið, Fjúrtandi, galdraðu ímóti kapitalismu og demokrati.

Í 1960-unum hendi nógv
1960-árini vóru Føroyum búskaparliga góð, men Tjóðveldi politiskt ring.

Danskur stuðul fossaðI inn í Føroyar aftur fyri NATO og spekti Tjóðveldi.

Flokkurin hvakk og mátti vísa ábyrgd og evni í landstýrinum 1963-67.

Erlendur varð sendur av sínum egnu til Danmarkar og fall til valið í 1966.

Karsten fór fjeppiferð til Kina (55 mió fólk júst dripin) og fall til valið í 1970.

Rumbul um Vietnam. Studentauppreistur. Hoydalsmenn fremstir í Framanum,

Danmark vildi fyrst inn í EFTA. Tá vildi Tjóðveldi, at Føroyar fóru inn í ES.

So fór Danmark inn í ES, og Tjóðveldi mælti til, at Føroyar fóru inn í EFTA.

Tjóðveldi kravgongur og rokfundir móti ES og Nato. Erlendur ‘come-back’í 1970.

1970-ini kommunisma og fongsul
Eljustríð í Tjóðveldi. Zakaris Wang stillar sjálvur upp til Fólkating 1971.

Erlendur stillaði upp til Danating í 1973 og valdur. Zakaris ‘ekskluderaður’.

Rættarrok í Tjóðveldi. Wang dømdur inn í flokkin. Leiðslan fongslað fyri vold.

Tjóðveldi var við í samgongu í 1975 (Atli løgm). Øll fiskimørk flutt út á 200 fj.

Politiskt vóru nakrar yvirtøkur. Arabo keypti ferjur og Sólbjørn telefonir.

Annars risa útbygging av infrakervi, stórar vinnuligar og almennar íløgur.

Føroyska uttanlandsskuldin fór at vaksa, men ballið endaði fyrst 15 ár seinni.

Sosialisman tøldi støðugt fleiri ungar føroyingar. Hoydalsmenn á odda.

Næsta ættarlið vandi paramiliterar bólkar við íblástri frá Greifswald í DDR.

Vinstravendir hálv- og heilstuderaðir røvarar komu aftur at arbeiða alment.

1980-árini tey villastu
Síðst í 70- og øll 80-ini herjaði ein kommunistisk, sovjetfíggjað ‘friðarrørsla’.

Her larmaðu ‘Fólk fyri friði’ ímóti NATO, ið gjørdi ‘Føroyar til bumbumál.’

Føroyingar gjørdu friðarferðir heilt til Moskva at tekkjast Kreml og KGB.

Hvønn 2. Hvítusunnudag gingu kommunistar úr Mjørkadali oman á Vaglið.

Øll mótmæli vóru ímóti NATO og Reagan og fyri WAPA og Gorbachov.

Hesin goragangur bráðsteðgaði, tá Sovjet sosialisman sakk í grús í 1990.

Varandi virði, men risa skuld
Menn royndu fyrstu 80-ini at umbyggja gomul skip. Tað bøtti lítið.

Av varandi virði fingu Føroyar fyrru Norrønu og SEV-útbygging í Eysturoy.

Ein floti av kemikaliu-, tanga- og farmaskipum vórðu bygd og fóru í sigling.

Uttanlandsskuldin, mest til donsk kredittfeløg, øktist 2 mia kr frá 1981-84.

Eftir valið í 1984 blivu politikarar so altráir eftir at gera váðaligar íløgur.

Tjóðveldi sýtti at umfíggja farmaflotan, so Føroyar mistu 20 nýggj farmaskip.

Tjóðveldi umsat fíggjarmál í sosialistiska landstýrium, og tað í ólukkumát

Men landstýrið (1985-88) bygdi ein nýggjan fiskiflota, helst fyri sína tíð.

‘Svartkjaftaævintýrið’ økti skuldina 5 mia, men bert 2 av 15 skipum yvirlivdu.

Høgni Føroya bjarging
Restin er søga: Føroyar á heysin og undir danska fyrisiting 1992-98.

Danir kravdu hægri skatt. Tjóðveldi legði lýðið 72% toppskatt á føroyingar.

Tá kódnaði øll vón og virksemi. Landskassin fekk ikki eina krónu meir inn.

Øll mistøk hjá øllum flokkum í 20 ár sópað upp í rúgvu og síðan ruddað.

Tá botnurin var náddur, og 5.000 fólk rýmd, kom Høgni Hoydal inn í politikk.

Hann legði kreppuna fram í SvF, so mong hildu seg skilja, hvat var hent.

Kjøpinhavn fekk alla skylduna. ‘Danin var f....’ sum altíð hjá Tjóðveldi.

Landstýrini 1998-2004 fingu gong á aftur, og alivinnan byrjaði av nýggjum.

Hon fekk tó bakkast í 2002 av ILA-sjúku, so búskapurin tódnaði 500 mió kr.

2011-2023 øktu uppsjóvar- og alivinnan Føroya útflutning úr 5 upp í 13 mia kr.

Tjóðveldi (2004-2022) kom sær inn í og út úr samgongum eftir fíggjarvánum.

Høgni sjálvur umsat fiskivinnu 2015-19 uttan nøkur nýggj úrslit at vísa á.

Putin uttan iva Tjóðveldi
Eftir løgingsvalið seinast hevur Hoydal umsitið alt vinnulívið og U-landsmál.

Uttan vinnuligar royndir hevur hann sogið úr búskapinum yvir í landskassan.

Nú ríður hann á 2 rossum í U-landsmálum. Sannførdur um síni evni sum vant.

Annar gangarin skal fremja drápskultin hjá islams Hamas og Iran ímóti Ísrael.

Hin skal fáa NATO til at fíggja Føroya framtíð við eini NATO-støð á Sornfelli.

NATO-lond hava bundið seg til at gjalda 2% av BTÚ fyri sina egnu verju.

Nú skulu Føroyar liva av teirra verju, so landskassin bólgnar enn meir.

-----------------

Bløkan Biden hevur freistað Putin at knúska Ukraina og Iran at knúska Ísrael.

Men hvar passar so Putin ideologiskt hjá Hoydal millum Hamas og NATO?

Nú er jú einki kommunistiskt Sovjet, men ístaðin eitt fascistiskt Rusland.

Jú, var Putin føroyingur, høvdu hann og Høgni nú barst um at leiða Tjóðveldi.

Óli Breckmann

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo