40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Í dag handar Listafólkasamband Føroya Rigmor Dam, landstýrisfólki í mentamálum sítt uppskot um at  Hoydalar gerast ein listamiðstøð tá ið Glasir flytur út í Marknagil.

Í Hoydølum kann LISA seta í verk nakað, sum hevur jalig hjáárin langt út í onnur viðurskifti í samfelagnum.

LISA sær í Hoydølum ein søguligan møguleika fyri at gera eitt umhvørvi, har listafólk arbeiða hvør sær, tvørfakligt og savna altjóða samstarvsfelagar á einum staði at framleiða og sýna fram. Ein listalig miðstøð savnar fólk um listaskapan og listaligar upplivingar í Hoydølum.

Hoydalar sum eitt livandi, opið stað á tremur við tilboðum til borgararnar og samstundis eitt stað, sum kann bjóða arbeiðsfrið og sjálvvalda avbyrging til hugsavnan í egnum arbeiðshølum.

Sí faldara

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo