Eitt er at hava skund - annað er at hava skund fyri at hava skund
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú koronavirusið herjar kring allan heimin, undrar tað okkum, at man sendir innsløg aftaná innsløg um virussið, uttan at nakað av hesum er tekstað.

Hetta meta vit rættiliga ábyrgdarleyst, og vilja vit inniliga heita á Kringvarp Føroya, um at senda øll innsløg um korona virussið beinleiðis við teksti.

Vit kalla okkum fyri eitt framkomið land, men tað sum nú hendir, har fleiri túsund fólk eru avskorðin frá so álvarsligum tíðindaflutningi, eigur ikki at koma fyri.

Í morgin árini kl. 09.00 bjóðar løgmaður til tíðindafund um sama evni, og vóna vit, at sendingin er fyri allar føroyingar, og ikki einans fyri tey, ið hava fullan førleika at hoyra tað, ið verður sagt.

Vit í Hoyr eru ein partur av føroyska samfelagnum, og rinda kringvarpsgjald á líka fót við øll onnur, og tí meta vit okkum, at hava sama rætt til tíðindaflutning sum øll onnur, og samstundir sum onnur.

Vinarliga heilsan
Nevndin í Hoyr

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo