Um tú leitar eftir tí fullkomna, verður tú ongantíð nøgdur
- Leo Tolstoy

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bárður á Lakjuni, løgtingsmaður
Svarari: Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum
Evni: Útvarpshoyrilíkindi á útróðri

Spurningar:
1. Hvussu ber tað til, at tú á útróðri – við somu radioútgerð – hoyrir aðrar føroyskar útvarpsræsur so nógv betur, enn tú hoyrir Kringvarp Føroya á FM sendinetinum?

2. Eru sendararnir hjá Kringvarpi Føroya staðsettir øðrvísi enn sendararnir hjá privatu loftmiðlunum? Um ja, so hví?

3. Hava útróðrarmenn, ið hava bátar við vanligari radioútgerð, lógartryggjaðan rætt til at hoyra útvarpið hjá Kringvarpi Føroya?

Viðmerkingar:
Útróðrarmenn hava gjørt spyrjaran varugan við, at tað ikki ber til at hoyra útvarpið hjá Kringvarpi Føroya nóg væl, tá tú kemur út um landoddarnar og út á opið hav.

Sagt verður, at hóast radioútgerðin er júst tann sama, so hoyrast aðrar føroyskar ræsur – m.a. Sjey og Rás2, sum eru privatar og ókeypis ræsur – nógv betur enn KVF, sum kostar hesum útróðrarmonnum upp í fleiri túsund krónur um árið í kringvarpsgjaldi.

Tað kann undra, um tað er so, at tann rásin, ið man rindar lógarfest kringvarpsgjald fyri, ikki megnar at senda við eins góðum signali sum tær ræsurnar, ið eru ókeypis at lurta eftir.

Í løgtingslóg um kringvarp er í § 1, stk. 3 ásett, at landið hevur skyldu til at tryggja, at allir borgarar hava møguleika at móttaka sendingar hjá Kringvarpi Føroya.

Fyri at fáa greiði á hesum máli, verður hesin fyrispurningur settur.

Á Løgtingi, 2. mai 2024
Bárður á Lakjuni

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo