Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Antares: Felagið Antares ynskir í samband við ætlaðu broytingarnar í Barsilslógini at vísa á ein skeivleika sum er í verandi lóg.

Tá Barsilslógin var broytt í desembur 2017 og pápar fingu 2 vikur farloyvið afturat, manglaði ein áseting at vera gjørt um, at tær 4 vikurnar, ið eru til pápan, nú eisini sammóðir, kunnu gevast til hitt foreldrið.

Trupulleikin er at summar familjur eru har annar makin arbeiðir uttanlands, og tí ikki er umfataður av føroysku barsilslógini. Onki inngjald og onki útgjald. Hetta ger at børn hjá hesum familjum ikki hava 52 vikur farloyvið saman við sínum foreldrum.

Antares heitir tí á Umhvørvismálaráði at fá eina broyting við í uppskotið, sum tryggjar at tær 4 vikurnar, ið er markaðar til hitt foreldrið, vera fluttar til mammuna, um so er at hitt foreldrið ikki er umfatað av Barsilslógini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo