Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Løgmaður tyktist í samrøðu við útvarpið i dag firtin inn á andstøðuna.

- Andstøðan roynir at blokera málið um uppboðssøluna við at nokta at skriva álit, sigur løgmaður.

Tað tykist, sum løgmaður hevur gloymt vanligar demokratiskar spælireglur, sum eru feldar niður í tingskipanina, sum loyvir eini nevnd at viðgera eitt mál í friði og náðum, uttan at løgmaður yvir høvur hevur nakran rætt at blanda seg í tingviðgerina.

Ein løgmaður kann ikki diktera eini tingnevnd nakað sum helst.

Neyvan er tað av tilvild, at tingnevndir hava eina freist uppá 1 mánað at viðgera eitt mál.

Málið um uppboðssølu av fiskirættindum er eitt prinsipielt mál, sum løgmaður eftir øllum at døma – á sama hátt sum við øðrum málum frá sitandi samgongu – ætlar at trumfa ígjøgnum við einum so smølum meiriluta sum gjørligt.

So lætt skal landsstýrið sjálvandi ikki sleppa. Stór og principiel mál skula viðgerast forsvarliga.

Í hesum máli hava fleiri løgfrøðingar víst á, at uppskotið kann hava tað avleiðing, at landsstýrið fer at fáa endurgjaldskrøv frá vinnuni.

Tá so er, hevur meirilutin í nevndini sjálvandi rætt til at kanna henda spurning nærri. Hetta er ein rættur, men eisini ein beinleiðis skylda hjá nevndini.

Løgmaður kundi kanska byrja við at lagt fram tær kanningar, sum hann sigur umsitingin hjá Fiskimálaráðnum hevur gjørt, soleiðis at umsitingin hjá løgtinginum fær gjørt sínar egnu metingar av málinum.

Hugburðurin hjá løgmanni er ófrættakendur.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo