40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Hóskvøldið 12. mai kl. 19 skipar LGBT+ Føroyar aftur fyri hugnakvøldi fyri kristnar LGBT+arar og Anne Mette Greve Klemensen, prestur, kemur framvið til eitt prát og at svara spurningum.

Hetta er aðru ferð at skipað verður fyri hugnakvøldi fyri kristnar LGBT+arar. Fyrra tiltakið var stak hugnaligt. Fleiri vóru samlaði, sum øll høvdu ymiskar bakgrundir, men somu upplivingar av trúarlívinum. - Tað var sera frígerandi og gott at fáa sett orð á og hoyra um upplivingarnar hjá hinum, og soleiðis kenna seg minni einsamøll við sínum upplivingum, sigur Siri Súsonnudóttir Hansen, nevndarlimur í LGBT+ Føroyum um fyrra hugnakvøldið.

Tað kann mangan vera trupult at vera LGBT+ari og kristin, tá ágangurin kann tykjast harður innanfyri samkomurnar, og tað kennist, sum ein ikki er vælkomin. Hóast hetta eru tað fleiri, ið sakna eitt trúarlív ella kenna tað sum, at trúarlívið hevur merkt tey á ein neiligan hátt, og tí er gott at hitta onnur, ið hava upplivað tað sama og at tosa við ein prest, ið kann svara uppá ymiskar spurningar og ivamál ein hevur, sigur Siri.

Tað er sera ymiskt, hvussu LGBT+arir uppliva trúarlívið og lívið í kirkju ella samkomu. Hetta kvøldið er fyri allar kristnar LGBT+arar, óansæð upplivingar, tørv og hvønn leiklut trúgvin hevur í lívinum. Tiltakið er eisini ætlað øllum kristnum LGBT+arum, óansæð um man livir opið sum LGBT+ari, um man bara hevur fortalt tað fyri nøkrum, ella um man ikki livir sum opin LGBT+ari.

Tiltakið byrjar hóskvøldið kl. 19 í hølunum hjá LGBT+ Føroyar á Tórsgøtu 16 ovast í bygninginum. Fyri at fyriskipa tiltakið best møguligt er gott um tit boða frá luttøku á Facebook, Instagram ella lgbt@lgbt.fo áðrenn kl. 12 hósdagin.

Tiltøkini hjá LGBT+ Føroyum fyri lgbt’arum eru altíð í einum tryggum umhvørvi, har vit virða mørk og privatlívið hjá hvørjum øðrum, so ein kann kenna seg trygga/n at luttaka.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo