Í samband við at bókarøðin um Sørvágs kommunu kemur út, verður skipað fyri hugnaløtu í dag, sunnudagin 27. september 2015, kl. 16.00 við hesi skrá:
• Borgarstjórin, Sune Jacobsen, bjóðar vælkomin
• Vágakórið syngur tveir sangir
• Sonni Jacobsen, Rithøvundur, greiðir frá bókaverkinum og sýnir myndir
• Kaffisteðgur
• Sonni Jacobsen greiður frá (2. partur)
• Vágakórið syngur tveir sangir
• Erhard Jacobsen, Landsbókavørður, hugleiðir um skúlaskap fyri hundrað árum síðan
Vágakórið syngur hesar sangir:
Válandi heim (Magnus á Stongum)
Síðsti dansur (Jóan Jakku Guttesen)
Tíðarmynd (Holgar Jacobsen)
Sørvágssangurin (Jónvør Joensen)
Kórleiðarar: Finnur Joensen og Gudmund Mortensen
Eftir løtuna fáa øll, sum umboða eitt húski í Sørvágs kommunu og í Vatnsoyrum, útflýggjað eitt eintak av bókarøðini.
Tey, sum ikki møta, kunnu í døgunum sum koma, fáa tær á kommunuskrivstovuni.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Sørvágs bygdaráð
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo