Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fyrsta dagin í árinum fekk Náttúruverndarlógin gildi. Hon er eitt stórt framstig fyri náttúruna, og strembanina hjá Føroya fólki eftir at verja arvin, vit hava fingið, og skulu lata komandi ættarliðum.

At gera eitt inntriv í fríøkið við Sandá er í andsøgn við andan í Náttúruverndarlógini, sum Ingilín Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, fekk samtykta ífjør. Lógin letur afturímóti upp fyri møguleikanum at friða Sandagerð og fríøkið við Sandá sum landslagsverndarøki.

Men tað fer býráðið neyvan at gera. Greinin hjá Heðini Mortensen, borgarstjóra, “Tá Tjóðveldi gav Argja kirkju jólagávu”, ber greitt á tað borð, at eitt byggiloyvi verður samtykt í morgin 29. februar. Aftur ein lagnustund hjá náttúru í høvuðsstaðarøkinum.

Verja umhvørvi...
“Sjálvsagt skal Tórshavnar kommuna ganga á odda, tá tað kemur til at verja umhvørvið”. Soleiðis verður sligið fast í valskrá hjá lista C til býráðsvalið 10. november 2020. Fer hetta vallyftið at verða virt hóskvøldið? Ella verður lyftið sett til viks, sum meirilutin í Byggi- og býarskipanarnevndini gjørdi í mars 2021, tá eitt prinsipielt byggiloyvi varð samtykt?

Tá politikkarar ikki virða valskráir, sum listar ella flokkar teirra hava, virða teir hvørki veljarar, ella tey, sum taka eitt stórt tak í einum valstríði. Slík framferð undirgravar eisini demokratiið, vísa altjóða eygleiðarar á, og elva til víðgongd mótrák.

At gera eitt ógvusligt inntriv í eitt av heilt fáu almennu fríu náttúruøkjunum er eisini í andsøgn við grønu leiðina hjá Havnar kommunu, tí í máli 6 verður staðfest, at:

“Kommunan virkar fyri einum grønum býar- og bygdarumhvørvi, har trø og øki við upprunaligum plantuvøkstri skulu varðveitast”.

Býráðslimir eru valdir ar umsita hesi mál, og ikki bróta tey! Býráðslimir eru valdir at tæna fólkinum. Ikki at arbeiða ímóti breiðum fólkaynski, sum býráðið er í ferð við.

Við atliti at fríøkinum mæla tveir av okkara fremstu plantu- og náttúrufrøðingum, Finnur Lútzen og Magnus Gaard, so staðiliga til at varðveita økið. Í Sandagerði og í lendinum fram við Sandá eru um 90 plantusløg. Nevndirnar í FNU, Havnar Hugna og Sílaveiðifelagnum mæla eisini til at lata lendið fram við Sandá fáa frið.

Men ger býráðið tað?

Lond og býir endurskapa náttúru - bara ikki Havnin
So seint sum í gjár samtykti ES lóg um at endurskapa náttúru, sum er oyðslað burtur. Lond og náttúrufelagsskapir fegnast.

Á flaggdegnum ífjør heittu norðurlendsku umhvørvis- og nattúrufelagsskapirnir - eisisni FNU - á Norðurlond um at seta sum mál at koma upp í 30 prosent av vardari náttúru bara fyri at fáa javnvág í náttúru margfeldið, sum er fyritreytin fyri øllum lívi. Varda náttúran í Føroyum er helst niðan fyri eitt prosent. Og hvussu nógva varda náttúru hevur høvuðsstaðurin?

Býir seta sum mál at endurbøta grøn øki og at hava stuttan tein frá bústaðaøkjunum til grøn fríøki. Hetta átti at verið ein setningur hjá Tórshavnar kommunu, sum er á gáttini til at nartla meira burtur úr tí sindrinum, vit hava. Tí sindrinum sum ikki er bústaðaøki, hagi ella traðir. Í høvuðsstaðnum eru bara Hoydalar, fríøkið við Sandá og nøkur smærri fríøki í býlingum almenn fríøki.

Í staðin fyri at gera eitt óneyðugt inntriv í hetta væl dámda fríøkið, átti byráðið at gjørt eina lendisætlan fyri bý og bygdir í kommununi. Men heildarætlanir tykjast liggja fjart frá býráðnum. Her ræður ofta tilvildin.

Tey flestu eru ímóti
Tey flestu í høvuðsstaðnum eru ímóti grefliga inntrivinum, býráðið ætlar at fremja. Meira enn 2000 fólk skrivaðu undir áheitanina hjá áhugabólkinum “Varðveitið fríøkið við Sandá”.

Veljarakanning, spyr.fo gjørdi, gevur ætlanini ein dyggan frammaná. Heili 60 prosent av fólkinum í høvuðsstaðnum eru ímóti at staðseta eina kirkju á fríøkinum við Sandá. Bara 20 prosent taka undir við staðsetingini.

At oyða meira av almennum náttúrulendi er ímóti tíðarinnar politikki og andanum í Náttúruverndarlógini. Tey ungu velja grønt, burðardygd, umhvørvi og náttúru, sum er undir ágangi í kommununi. Hvørki ung ella náttúrutilvitað taka undir við ætlanini.

Skrivaði “óneyðugt inntriv”, t´kommunan hevur arbeitt við tveimum øðrum staðsetingum. Við gamla skúlan og á eini trøð við Rossagøtu. Men kirkjuráðið segði nei, fekk áhugabókurin at vita frá borgarstjóranum í november. So seint sum í dag fekk nevndarlimur í “Náttúrufylkingini - Sandá at frama” tað sama at vita frá borgarstjóranum. Kirkjuráðið er ikki at høgga ella stinga í.

Hvør ræður í Tórshavnar kommunu - býráðið ella kirkjuráðið?
Góði Heðin! Tú hevur eitt samdøgur í at finna eina semju, sum breið politisk undirtøka er fyri. Og sum kann sameina kirkjusókn, fólk og flokkar. Megnar tú tað, hevur tú víst kynstur sum politikkari.

Verður grefliga inntrivið gjørt við Sandá vendist ikki aftur. Og ein fjúrtan metrar betongminnisvarði verður reistur oman ímóti yndisblettinum Sandagerði.

Í Soylugørðum 28. februar 2024
Jóhann Mortensen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo