Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Andrias Petersen, sáli, longst til høgru fremst í myndini

Andrias Petersen, sáli, longst til høgru fremst í myndini

Andrias Petersen, sáli, longst til høgru fremst í myndini

Røddin er ikki heilt álvulig í hinum endanum. Tað ríður um niðurfaringartíð eitt sunnukvøld, og tá plagar telefontólið at halda seg í skinninum í mun til gerandisdagarnar í vikuni, og tað var av sonnum álvari í bivandi røddini. Og boðini kløkkaðu, av sonnum, nú mær varð sagt, at Andrias Petersen, politikarin og kommunulæknin hjá gøtufólki og leirvíkingum í eitt mannaminni, so brádliga var slóknaður. Beint sum hann skuldi fara í kirkju, small hann í gólvið, og jarðiska lívið fjaraði úr manninum, sum í sínum lívsgerningi hevði hjálpt so mongum upp á slætt aftur, ið høvdu tørv á læknavísindaligari hjálp. Andvegis deyðanum munar onki, hjá ongum okkara, heldur ikki teimum, sum kenna anatomi´ina, hennara dygdir og skroypiligheitir, betur enn nakar annar. Hann var væl eldri enn eg, og hóast vit ikki vóru politiskir floksfelagar, so brendu deyðsboðini seg rimmarfast í sál mína, - ein rættur heiðursmaður var fallin fyri deyðans líggja alt ov tíðliga.

Maðurin sum ringdi var bróður mín, ein av grannum Andriasar uppi á Gørðum í Syðrugøtu. Sum hálvur syðrugøtumaður og fyri part uppvaksin í bygdini, kennir man hvørja kleyv, men hesin nýggi býlingurin var ikki til í mínum barnaárum. Tað var Andrias heldur ikki, ikki í Gøtu, men oyndfirðingurin, sum fyri part vaks upp í Klaksvík, valdi at gerast gøtumaður, og í hesum leiklutinum stórtreivst hann. Hann var væl lýddur í býlinginum, í bygdini og í læknadøminum. Hann var eisini trúgvur ferðandi lækni hjá fótbóltsfeløgunum GÍ og Víkingi, og hartil sat hann rúma tíð í forstandaraskapinum í Gøtu, m.a. táið sambýlið í Norðragøtu kom undir land. Hitti hann stundum, táið eg legði leiðina niðan á Garðar, og tað eru bert fáir dagar hespaðir upp, síðani eg rendi meg í hann í túninum. Í ketilsdrakt, tað sást at hann tókst við at mála eitthvørt, tók hann sær av løttum eina løtu, og vit fingu okkum eitt longri prát – um mangt og hvat, men dyljast kann neyvan yvir, at politiska støðan í Føroyum og úti í heimi áttu fyrstu raðfesting, nú tveir fyrrverandi løgtings- og landsstýrismenn spjallaðu saman undir Støðlafjalli við Tyrli, Ritafjalli, Sigatindi og Gøtunestindi sum einastandandi og frábærum leiktjøldum.

Tað var ein væl lærdur og búgvin maður, ið setti seg niður sum kommunulækni í Gøtu í 1985. Tærið handan skallabeinini hevur verið eyðsýnt. Eftir realskúla í Klaksvík og studentsprógv úr Hoydølum, og síðani eitt ár sum vikarur við Klaksvíkar skúla, velur hann at matrikulera seg inn á Keypmannahavnar Lærda Háskúla. Hann ætlar at fáa og fær læknaprógv haðani í 1977. Árini 1980-1984 er hann fyri tað nógva í Svítjóð, til tess at fáa sær til vega serlæknaprógv í almennum medisini. Onkuntíð hesi árini er hann eisini til skips m.a. við togaranum Skálabergi hjá Kjølbro. Sjólívið hevði gjørt honum stóran mun, eisini fíggjarliga undir lestrinum, og hann róði ofta aftur á hesa tíðina, sum hevði rúmkað almikið um sjónarring hansara.

Nú er tað søga, men øll vit, sum hava ferðast á bonaðu fjalunum á Tinghúsvegnum, vita, at loftið á gamla tinghúsinum og roykirúmið í nýggja tinghúsinum vóru bráðpannurnar, har tey stóru orðaskiftini vóru hildin, og har tær trivaligu yvirleveringarnar, frá eldri til yngri politikarar, vórðu transformeraðar og gandaðar ígjøgnum guvuna frá brennandi vindlum. Roykirúmið var maskinrúmið. Politiska smiðjan. Á tremur við parlamentariskum løðingum. Tvørtur um øll mørk. Partapolitisk stik. Kálvin, korridorin, har nógv varð tosað og avrátt. Um roykjarar eru meira sosialir enn vindilsandstøðingar, veit eg ikki, men hendan anakronisman, roykjaraklivin, var stútt og støðugt á tremur við fólki, eisini teimum, sum hildu tað vera eitt vánaligt hugskot, at klivin yvirhøvur var til, helst eitt átak frá løgtingsformanninum, Finnboga Ísakson, sum hevði verið sjefdomptørur í verkætlanini, at fáa tingfólki frægari kor.

Ein av nógvum áhugaverdum monnum og kvinnum, sum tíðum frekventeraði klivan, var Andrias Petersen. Seinri tók hann seg saman, og legði ónolluna – roykingina – frá sær. Hann hevði verið landsstýrismaður í stjórnini hjá Edmundi Joensen frá 1994 til 1996. Í 2002 var hann valdur løgtingsmaður, og sat á tingi fram til 2011, táið hann valdi at gevast sum politikari. Harvið gingu vit um hvønn annan í samfull 9 ár í politisku skipanini, og Andrias gjørdist av einhvørjari orsøk ein av teimum, sum mær dámdi serliga væl at samskifta við.

Í eini tíð, har individualistisk rák flyta fólk frá flokki til flokk, lopið verður av løðarsteini á løðarstein, alt eftir sum politisku ættirnar skifta, og kunnu vera mær og bara mær til frama, kann Andrias Petersen týpan kennast ómodernað, leivd frá fornari tíð, men Andrias lat seg ikki syfta av fótum, til tað vóru politisku løðingarnar í sál og høvdi hansara alt ov máttmiklar. Hann var javnaðarmaður alt sítt lív, - socialdemokratur. Kálvføddur betri enn tey flestu, væl lisin í hugsjónini, og norðurlendska vælferðarmodellið, sum socialdemokratarnir eiga sín stóra ognarlut í, var hansara mál og mið. Stútt og støðugt. Áhaldandi. Árini í Svítjóð høvdu havt stóra ávirkan á hann. Tað kendist sum var hann meiri ávirkaður av Branting, Per Albin, Erlander, Palme, Carlsson og Göran Persson enn av donsku socialdemokratunum. Og hóast Stefan Löfven fór yvir um miðjuna eftir hjálp, til núverandi stjórn sína, man tað hava hóvað javnaðarmanninum í Syðrugøtu, at floksfelagin við Eystrasalt kortini sat fyri endanum, táið til stykkis kom.

Vit vóru samdir og ósamdir. Tosaðu um alt, og tað var merkisvert so væl lisin hann var um søgulig og politisk viðurskifti kring um allan heimin. Minnið var sum á fíli, - og fáur kundi seta hann fastan. Í loysingarmálinum vóru vit ikki samdir, hann var reformistur, ikki byltingarmaður, men á hinari slóðini, í dráttinum millum høgra og vinstra, var ikki altíð so langt ímillum, - tað ræður um at vinnulívið fær frælsi til at liva og virka, men samstundis eigur at verða borið so í bandi, at umfordeilingin av samfelagsins virðum kemur øllum til góðar, fyri at óneyðugar gjáir ikki skulu taka seg upp ímillum landsins borgarar. Tað snýr seg um eitt virðiligt lív hjá øllum. Tað ræður um eina meskavídd sum ger, at ongin dettur niður ímillum. Styrkin í samfelagnum verður mátað eftir hvussu hin ringast staddi hevur tað í gerandisdegnum. Socialdemokratisku arkitektarnir Palme, Kreisky og Brandt, og brævaskifti teirra millum, vóru ofta uppi at venda, og virðingin var stór. Andrias var ikki bara ein vanligur javnaðarmaður, hann hevði umvegis hugsjónaðarliga føði funderað ein politiskan sokkil, sum ikki var til at vika. Ongi tilvildarlig tíðarrák kundu taka hann av fótum. Hartil var hann løddur við einum viðføddum trúskapi – loyaliteti – sum ongantíð sveik. Hann akslaði síni skinn við socialdemokratismuna og við Føroya Javnaðarflokk. Líkamikið hvussu tað annars leikaði í, hvussu hart tað rak á kíkin, bognaði hann ongantíð. Hann var Javnaðarflokkurin og flokkurin var hann. Eitt og tað sama á hesum mótinum. Andrias var skemtingarsamur maður, tað varð skotið báðar vegir, og onkuntíð argaði eg hann við hesum, at hann líktist einum føroyskum Andrei Andreyevich Gromyko, sovjetiska uttanríkisráðharranum í áratíggu. Josef Stalin segði einaferð um loyalitet hansara, Gromyko, at fekk hann boð um at seta seg á endan við berum skinni á eitt ísfjall, so flutti hann seg ikki aftur fyrrenn hann fekk boðini um hetta. Flokkurin og samfelagið stóðu omanfyri individið. Brúk kundi verið fyri politikarum av hesum kalibrinum í dag, nú landið skríður skært í avhopparum, og floksformenn hava ilt við at navigera í parlamentarismuni av berum illoyaliteti, ráksnúni og eginsókn.

Í nøkur ár sótu vit saman í løgtingsins mentanarnevnd. Andrias var formaður, og hetta var tíðin, táið hin stóra fjølmiðlasemjan varð gjørd. Sum lundi á jólanátt, at allir teir stóru flokkarnir á tingi taka seg saman um semjur í stórmálum, og ikki minst Andriasi, stóra diplomatinum, fyri at takka, fekst sátt um hetta stórmál. Hesa tíðina ferðaðist nevndin eisini uttanlanda. Í Álandi og Svítjóð. Blídliga fólki í Álandi tók væl ímóti okkum, og formaðurin var sum á heimabeiti, táið vit vitjaðu svenskar ráðharrastovur og stovnar. Ein ógloymandi ferð, sum tað mangan verður tikið til, táið tey í ferðalagnum renna seg í hvønnannan so av og á.

Andrias Petersen var ein gjøgnumkultiveraður maður. Væl lisin, sum sagt, í flestu sjangrum. Hugsjónaðarliga dygt kálvføddur. Málsliga væl fyri. Góður kvøðari. Dugdi at syngja uttanat. Fólkakirkjan, Bíblian og sálmarnir vóru hansara trúarliga univers. Hann var høviskur. Lurtaði, - hevði virðing fyri øðrum og var rúmur í tanka. Hann stóð undir liðini á minnilutunum, og hann risti t.d. ikki á hondunum, táið atkvøðast skuldi um 266b-málið. Í tí meldrinum, turbulensinum og goraganginum vitsti hann, at tað fór at kosta honum atkvøður í Eysturoyar valdømi, men hann fylgdi sannføringini – kosta hvat ið tað kosta vildi. M.a. av hesum kemur hann at standa sum ein drangur í søguliga ljósinum, maðurin sum ikki lat seg taka av fótum, heldur ikki táið mest stóð á stórviðinum og tíðarhvirlurnar hóttu við at foykja alt oman av fundamentinum.

Andrias hevur verið ein sera væl dámdur kommunulækni, og hann hevur virkað sum lækni heilt fram til hendan dagin, táið hann slóknaði og legði leiðina heim í eina av himmalsku tjaldbúðunum.

Tað vardi meg ikki hendan dagin, uppi á Gørðum, at hetta var seinasta ferðin eg fekk orðið á hann. Tú fór altíð ríkari frá eini samrøðu við hendan fróðarmannin, enn táið tú komst á tal við hann. Í rúgvuni eru tað nøkur fólk, sum í samskiftinum geva tær eitt íkast, Andrias var ein slíkur. Tí kendi man seg eisini væl í hansara námind. Ein hollur, fryntligur, hugfarsligur, lívsjáttandi, klókur og heilur maður er fallin. Ein skansi hjá Føroya Javnaðarflokki er tikin av grundini. Føroyar hava mist ein góðan son.

Mestur er saknurin kortini hjá tær Katrini og børnunum Arna og Jóhonnu og grannunum uppi á Gørðum í Syðrugøtu, har hann hevði ein serligan autoritet, ein kastali, ið varð spurdur, tá harðast leikaði á. Hugsjónaðarligt treysti og treytaleysur trúskapur var hansara aðalmerki, í lívinum og á politiska pallinum – tá hevur maður ikki livað til fánýtis.

Mátti Hann, Harrin, ið øllum valdar, tikið sær væl av mínum gamla politiska kollega – Andriasi Petersen.

tórbjørn jacobsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo