Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tórshavnar kommuna: Hundaeigarar kunnu av sonnum gleða seg. Leygardagin 5. desembur klokkan 14 letur Hundatrøðin við Óðinshædd upp.

Trøðin er í frílendisætlanini fyri Boðanes - Hoydalar frá 2013 sett av til hundaøki. At hundaeigarar nú fáa eina trøð í býnum fer at verja náttúru, fuglalív og margfeldi í økinum, tí  leysir hundar hava mangan verið at sæð fram við Hoydalsá og har um leiðir til ampa fyri fjølbroytta djóralívið í Niðastu Hoydølum.

Nú hundatrøðin letur upp, er laga manni at brúka trøðna, sum er løgd av til júst hundar. Á trøðni kunnu fólk og hundar teirra ganga túr og fáa fríska luft.

Her ber til hjá tær at lesa Frílendisætlanina.

Økið er longu stikað inni, og urtagarðsfelagið Hjálpirót er farið undir at gera gøtur á trøðni.

Tørvurin á hundaluftingarøki er so stórur, at trøðin letur upp fyri almenninginum longu nú, hóast gøturnar á trøðni ikki eru gjørdar lidnar enn.

Leiðreglur um økið verða festar upp á skelti.

Góðir parkeringsmøguleikar eru í nærumhvørvinum, og beinkir verða settir upp inni á økinum.

Øll eru vælkomin at leggja leiðina framvið Hundatrøðna við Óðinshædd leygardagin klokkan 14, tá ið hon letur alment upp.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo