40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, setir stevnuna leygardagin 7.november, tá børn og ung úr øllum Føroyum fara at dystast um snildastu loysnirnar við ruski í FIRST LEGO League Føroyar kappingini. Tiltakið verður stroymað á internetinum.

Leygarmorgunin hittast øll liðini, sum hava arbeitt seinastu átta vikurnar við fjøltáttaðu uppgávunum í FIRST LEGO League. Kappingin verður í Føroya Tele bygninginum í Klingruni í Hoyvík har Rigmor Dam, landsstýriskvinna, fer at seta dagin kl 10.

Kappingin hevur í ár heitið Trash Trek og snýr seg um rusk. Samfeløg um allan heim hava stórar trupulleikar av ruski, og hetta tykist bara at versna. Tað er alneyðugt, at vit gerast tilvitaði um henda umhvørvisvandan og finna alskyns loysnir á rusktrupulleikanum. Henda stóra spurning hava børnini í FIRST LEGO League sett sær fyri at hyggja nærri eftir.

Børnini fara at kappast við programmeraðum robottum, sum skulu loysa ruskuppgávur á einum bana. Síðan fara tey á ymsan hátt at leggja fram hugskot um, hvat vit snildisliga kunnu gera við rusk. FIRST LEGO League kappingarnar eftirlýsa góð hugskot, sum eru grundaði á teknikk og programmering, og dentur verður lagdur á, at liðini eru góð til at samstarva um at menna og marknaðarføra hugskotini. Tiltakið er við til at styrkja áhugan hjá børnum fyri náttúruvísindum og teknikki, og at gera tey tilvitaði um virðini av, at vit eru so ymisk.

Vinnandi liðið í kappingini leygardagin fer víðari til stórslignu skandinavisku finaluna, sum í ár verður hildin í Mo i Rana í Noregi.

Kappingin leygardagin verður stroymað á hesi leinkju: trýst her

Upplýsingar um FIRST Lego League

-          Kunnleikakapping fyri børn og ung í aldrinum 9 til 16 ár

-          Kappingarnar hava verið hildnar í Skandinavia síðan 2000

-          Føroyar hava luttikið í kappingunum síðan 2005

-          Endamálið við kappingini er at stimbra hugin hjá børnum og ungum til náttúru, tøkni og støddfrøði og vekja áhuga teirra at gerast t.d. verkfrøðingar og granskarar.

-          Heimasíða hjá FIRST Lego League Scandinavia: www.hjernekraft.org

Fjølmiðlar fáa nærri kunning og samband við fyriskiparar við at venda sær til stýrið:

First Lego League Føroyar

-          Lis Mortensen, samskipari, Lis.Mortensen@jardfeingi.fo.

-          Kurt Madsen, kurt.madsen@skulin.fo

-          Harriet Hansen, harrieth@skulin.fo

-          Jón Svein Heinesen, jonsvein@kvf.fo

Facebook: FIRST Lego League Føroyar

Høvuðsstuðul hjá føroysku FIRST Lego League kappingini er Føroya Tele. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo