40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Mánakvøldið kom fram, at nýggjar vindmyllur eru á veg, sum kosta SEV á leið 60 milliónir tey næstu 3-4 árini. SEV kann bara brúka 20% av orkuni frá vindmyllulundunum, men er tvungið til at keypa alla orkuna. SEV verður tí tvungið at senda rokningina víðari til húsarhaldini, sum eru tey einastu, sum kunnu gjalda fyri orkuna, tey ikki fáa nyttu av.

Tað má ikki henda, at húsarhaldini fáa eina stóra rokning, tí SEV verður tvungið upp á hendan mátan. Heldur hesin ørskapurin fram, so kunnu vit risikera, at húsarhaldini gjalda fyri óneyðuga orku.

Tey ansvarligu fólkini mugu skilja, at tað er bara ein, sum fer at gjalda fyri feilirnar. Tað eru húsarhaldini.

Tí havi eg sett ein fyrispurning um málið. Landsstýrismaðurin má svara, um ætlanin er at tvinga húsarhaldini at gjalda fyri orku, sum tey ikki fáa nyttu av.

Um svarið er ja, ætlar landsstýrið at veita endurgjald til SEV fyri orku, sum húsarhaldini ikki fáa nyttu av og samtíðis fyri at sleppa undan príshækkingum.

Henrik Old,
løgtingsmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo