40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

BirkBloggur: Havi ikki ferðast síðan eg kom heim við Atlantsflogi úr París í mars í fjør.

Tá hevði eg fotograferað studentauppreistur, ið er eitt automatiserað franskt fyribrigdi síðan 68, eitt alvápnað løgreglulið, ið fylgir teimum sum Gøg og Gokke, og so aktuellu permuna á Charlie Hebdo, sum í blaðkioskini hevði maskur til eitt hvørt politiskt høvi á permuni, og bráddliga varð eg innilæstur av einum antiterrorliðið á torginum, har eg búði á Hôtel Mercure Paris La Sorbonne Saint-Germain-des-Prés.

Tók eina rúgvu av myndum og skrivaði ein eins langan tekst og hotellnavnið um at basa býarsmittuni, so andast kundi frítt, sum tvítýðuga franska pressan, ið hevur eina drúgva hjálandasøgu og eitt bládjúpt stættarsamfelag, skrivaði um.

Eg strikaði bæði orð og myndir, tá eg skilti, hvussu hysterisk heimafólk vóru um tey, sum komu uttan úr heimi, og hugsaðu alt inn í ein koronakontekst, tey óferðaðu og heimasitandi.

Alt lat seg aftur og snørdi seg saman um seg sjálvan og sítt egna beint her og nú. Koronastøða kallað tey tað. Og hon stendur við, snørd um sín egna posa. 

Les Meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo