40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nýtt frímerki sær dagsins ljós í samband við at Drotning Margreta fyllir 80 ár. Tillukku.

 

Posta skrivar millum annað hetta um tað nýggja merkið:

 

"Fuglarnir – tjaldur, skarvur, skúgvur, álka, havhestur, æðublikur, likka, teisti, lundi, terna, súla, lomvia, kráka, ravnur, stari og spógvi - eru føroyskir fuglar. Eisini er ein veðrur og ein hara, tey einastu fýrbeintu dýrini í føroysku natúruni. Saman við fuglunum telja tey átjan, ið er talið av oyggjum í Føroyum."

 

Seyðurin er nevndur, og haran er nevnd.

 

Men nakað manglar.

 

Hvar er kúgvin?

 

Djórið sum eigur lívið í føroyingum?

 

Mjólkikúgvin var størsta og mest stabila kaloriu-keldan hjá føroyingun frá fyrsta degi.

 

Løgið at gloyma tað, sum hevur havt allarstørsta týdning.

 

Rolf Guttesen

 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo