40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú fingu føroyingar enn ein skelk. 

Herfyri fingu vit at vita, at miðalinntøkan fyri hvønn føroying er eins stór og fyri hvønn dana. Men harumframt lata danir so nógvan pening til Føroya, so miðalinntøkan fyri hvønn okkara er 4% hægri enn fyri hvønn dana.

Hetta vil siga, at teir fátæku danirnir gjalda til teir ríku føroyingarnar.

Søguliga sæð hevur tað verið øvut, tí fátæku føroyingrnir guldu til teir ríku danirnar. Men fyri góðari øld síðan fingu vit viðhald í, at tað líktist ongum at vit fátæku skuldu gjalda til tey ríku. Síðan hava teir ríku danir goldið til okkara fyri at fáa javnvág í. 

Men nú er øvut.

Hóast allar teir fótonglar, danir hava lagt fyri okkum, soleiðis at vit ikki skulu klára okkum, hevur dugnaskapurin hjá tjóð okkara vunnið á øllum forðingum og gjørt, at vit nú hava fingið danir aftir. 

At vit skulu pína teir fátæku danirnar við at taka móti peningi frá teimum er ein vanærilig skomm. 

Tað rætta hevði verið, at okkara høga løgting sendi eitt bræv til Danmarkar og segði, at sum nú er statt halda vit at tað eingin orsøk er til at teir senda okkum fleiri pengar, tí okkara inntøka er so stjór, at vit við at nýta vanligt skil kunnu klára okkum eins væl og teir við tí inntøku, sum vit hava.

Tí var tað ein skelkur at fáa, at tað einasta sum hoyrdist frá føroyskum stjórnmálamonnum í hesi lagnuløtu tjóðarinnar, var at minka donsku veitingina til okkara við seks prosentum!

Her er sanniliga tørvur á einum neva at sláa dygt!

Zakarias Wang

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo