40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Streymur er ein grundleggjandi tænasta undir føroyska samfelagnum, og tað finst ongin góð grundgeving fyri, hví henda tænasta verður betri, um SEV verður sundur- og/ella einskilt.

Okkara elveitingarfelag, sum vit øll eiga í felag, tryggjar okkum øllum dygdargóða elveiting fyri sama prís, líkamikið hvar í Føroyum tú býrt.

Felagið er fíggjarliga sterkt og megnar at gera tær íløgur, ið tørvur er á. Og felagið er eisini tøkniliga sterkt og hevur neyðugu vitanina og førleikarnir til at reka og útbyggja okkara elnet.

Tað er heldur ongin orsøk at vænta, at SEV ikki framhaldandi megnar at veita somu dygdargóðu og neyðugu tænastu.

Felagið er í gongd við fleiri slóðbrótandi verkætlanir, ið kunnu framtíðartryggja elframleiðsluna á ein burðardyggan hátt, og ætlanin er, at øll framleiðslan skal verða grøn longu í 2030.

Tí mugu vit spyrja okkum sjálvi, hvat endamálið er við at vilja sundur- og einskilja SEV.

Ein av grundgevingunum frá samgonguni er, at kapping tryggjar framgongd.

Tað er sjálvandi í nógvum førum ein rímilig grundgeving, men veruleikin er, at tað er ikki altíð soleiðis.

Vit hava almennar veitarar av ymsum tænastum, sum eru so týdningarmiklar fyri okkara samfelag, júst tí, at privati marknaðurin ikki altíð megnar at veita okkum hesar tænastur.

Allar útbyggingar av okkara elneti mugu vera væl umhugsaðar og tilrættislagdar.

Vit hava eitt sera samansett elnet, og tað krevst ongin verkfrøðislig útbúgving til at skilja, at eitt slíkt net, sum tað føroyska, ikki tolir óstøðug viðurskifti, hvørki tøkniliga ella fíggjarliga.

Tá grundgevingarnar so verða, at kapping skal tryggja íløguhugin, og at íløgurnar eru so stórar, at bara privatir aktørar megna at gera so stórar íløgur, hoppar ketan heilt av.

Tí samgongan hevur jú longu sagt, í kjakinum um nýggja fiskivinnulóggávu, at kapping drepur íløguhugin, og at verandi aktørar mugu hava “tryggar karmar”, tí annars ber ikki til at gera so stórar íløgur.

Tí vænti eg, at endamálið er, sum ikki einaferð, at tryggja peningalig áhugamál hjá nøkrum fáum heldur enn at tryggja elveitingina til okkum øll.

Um samgongan annars er ónøgd við streymprísin, so er at styrkja Príseftirlitið, ið er enn ein niðurraðfestur stovnur, ið helst kann gera stóran mun fyri allar føroyingar, um hann fær neyðugu orkuna.

Hans Jacob Thomsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo