40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

NASA hevur hvønn mánaða eina uppgávu at loysa, og henda mánaðin eru tað hesi trý holini í ísinum í Beauforthavinum norðan fyri Alaska.

NASA spyr, hví hesi holinum eru komin í ísin? 

Her fært tú eina størri mynd

Danska TV 2 skrivar eisini um myndina, og sigur at seinastu 10 árini hava granskingarflogfør einaferð um árið flogið lágt yvir báðum pólunum og tikið nakrar fantastiskar myndir av norður- og suðupólinum.

Henda myndin er tikin fyri tveimum vikum síðani, og hon hevur givið grá hár á høvdið hjá fleiri granskarum sum starvast fyri NASA.

- Eg havi ongantíð sæð hetta fyrr, sigur granskarin Nathan Kurtz.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo