40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Lat okkum byrja við at siga, at øll framgongd er góð, so longi tað er framgongd.

At føroyingar hava koppsett so mong longu, og klára at halda góðu gongdini viðvíkjandi lítið av smittu í landinum.

Vit opna meiri og meiri upp, fantastiskt, øll eru glað, og tó...

Nøkur føla seg lopin um viðvíkjandi koppseting, skal eg verða heilt erligur so føli eg meg eisini lopnan um. Tað er mær ein stór gáta, hví útlendingar í Føroyum skulu kunna koppsetast áðrenn føroyskir borgarar.

Vit eru hundraðtals føroyingar ið arbeiða uttanlands, bæði á sjógvi og landi, vit eru tað man í Norra kallar fyri ”samfunnskritiske arbejdskraft” men ikki í Føroyum.

Vit sum draga nýggjan pening inn í føroyska samfelagið, pengar ið ikki vóru í umferð áðrenn, eru nú í samfelagnum.

Krøvini um sóttarhald eru strong, um man kemur á reyða lista aftur. Og tað er frítíðina hjá okkum tað gongur yvir. Men tað hevur nokk ikki so nógv uppá seg...

Gongdin og hugsanin, um okkum, sjómannin, er sum hon hevur verði nú tey seinastu árini, sjómaðurin er meiri ein byrða enn annað. Eg vil enntá fara so langt og siga at vit eru blivin ein ónytta.

Hvussu ber tað til, at vit sum arbeiða uttanlands, ikki sleppa framat til koppseting?

Vit sum ferðast flogvøll av flogvøll, land til land, tað eru vit sum eru mest útsettir at fanga smittuna og draga hana heim við til okkara kæru.

Tá útisetar í Føroyum sleppa framat áðrenn vit, tá byrjar man virkiligani at hugsa, hvat er tað sum sker í Føroyum.

Hvussu longi skullu vit verða hildin fyri gjøldur av landsins myndugleikum?

Nær er okkara túrur?

Nú standa stevnur og summarfrí fyri framman, kemur korona aftur í landi tá, ja so er longu øll okkara frítíð oyðiløgd.

So er aftur 3 av 5 frívikum okkara nýttar í karantenu, um tað tænir nakran skal eg ikki gera meg klókan uppá, men tað virkar soleiðis.

Vit halda at vit, útisiglarir, sjómenn og øll onnur føroysk arbeiðsmegi uttanlands, skuldi verði prioritera hægri enn vit eru.

Ella skullu vit, sum føroyingar duga best, bara siga ja takk og amen!

Nei takk, nu er vel!

Nú vilja vit framat!

John Nielsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo