Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Løgmaður býtti upprunaliga málsøkini millum landsstýrismenninar við fráboðan tann 18. september 2015.

Men longu tann 10. november 2015 fráboðaði løgmaður broyting, at Vága Floghavn var løgd undir Samferðslumálaráðið, tí stjórin í Vága Floghavn, Jákup Sverri Kass, var versonur Poul Michelsen, landsstýrismann í vinnumálum.

Spurningurin er tí um Vága Floghavn aftur verður flutt undir Vinnu- og Uttanríkisráðið hjá Poul Michelsen, nú versonurin ikki er stjóri í Vága Floghavn.

Men tað kann eisini hugsast at Vága Floghavn verður verandi undir Samferðslumálaráðnum, tí tað kunnu koma gegnistrupulleikar um sami landsstýrismaður skal umsita bæði Atlantic og Vága Floghavn samtíðis.

Tað er komið fram at stórar ósemjur hava verið millum Atlantic og Vága Floghavn, og tí er helst skilabest at hvør sítt aðalráð umsitur feløgini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo