Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður
Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum
Evni: Tunlarnir norður um fjall: tíðarætlan og gomlu tunlarnir

Spurningar:
1. Nær væntast nýggju tunlarnir norður um fjall at lata upp í ár?

2. Hvørjar eru ætlanirnar við teimum gomlu tunlunum norður um fjall?

3. Verður tað framvegis vegasamband niðan til teir gomlu tunlarnar, tá ið verkætlanin við nýggju tunlunum er liðug?

4. Metir landsstýrismaðurin, at gomlu tunlarnir kunnu brúkast til rennarar, gongufólk og súkklur, tá ið teir nýggju eru latnir upp?

5. Metir landsstýrismaðurin at gomlu tunlarnir kunnu brúkast til vatngoymslu til eitt nú smoltaling tá ið teir nýggju eru latnir upp?

6. Metir landsstýrismaðurin, at gomlu tunlarnir kunnu brúkast til onnur endamál, tá ið teir nýggju eru latnir upp?

7. Heldur landsstýrismaðurin tað verða skilabest at fáa onkra nyttu av gomlu tunlunum ella at steingja teir?

Viðmerkingar:
Til hátíðarhaldið, tá ið síðsta skotið var latið av, bleiv sagt av Sigurdi Lamhauge, stjóra í Landsverki, at arbeiðið higartil hevði gingið væl, og at tey vóru einar tríggjar mánaðir framman fyri tíðarætlanina. Upprunaætlanin segði, at tunlarnir skuldu lata upp í desember 2024.

Í samband við, at nýggir tunlar koma norður um fjall, kunnu teir gomlu brúkast til onnur endamál. Eitt nú til rennarar, gongufólk og súkklur, sum ferðast ímillum norðara partin og meginøkið í Norðoyggjum. Onnur hava eisini víst á, at gomlu tunlarnir kunnu brúkast til vatngoymslu.

Fyrispurningurin verður reistur fyri at hoyra, hvørjar ætlanir landsstýrismaðurin hevur við teimum gomlu tunlunum norður um fjall.

Á Løgtingi, 15. februar 2024
Steffan Klein Poulsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo