Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í 2015, hækkaði játtanin til Teknmálstulkatænastuna við kr. 400.000, so at tænastan eisini fevnir um skrivitulking.

Í tekstinum á Fíggjarlógini til hesa hækkan stóð soleiðis: Fólk við hoyribreki brúka skrivitulk millum annað í sambandi við almenn og sosial tiltøk, frálæru og til privat brúk. Samstundis sum tænastan verður víðkað, verða viðtøkurnar fyri Teknmálstulkatænastuna broyttar samsvarandi víðkaðu tænastuni, og fær Felagið fyri hoyribrekað umboð í stýrið.

Nú fimm ár seinni, er hendan tænastan enn ikki komin at virka sum hon skal.

Tá umboð fyri Hoyr kom í stýrið fyri Teknmálstulkatænastuna, varð so smátt farið undir at tosa um, hvat nýggja skipanin við bæði teknmálstulking og skrivitulking skuldi eita.

Í Føroyum eru ongi nágreinilig hagtøl fyri, hvussu nógvir borgarar eru, ið hava brúk fyri skrivitulki, men um vit skulu sammeta okkum við onnur lond, eru umleið 8000 fólk í Føroyum, ið hava niðursetta hoyrn. Av hesum hevur ein stórur partur brúk fyri skrivitulki, tí annars fær mann onki við at tí, ið verður sagt.

Tann 1. juni í ár, er Teknmálstulkatænastan í tí støðu, at teir tveir mest royndu teknmálstulkarnir fara úr starvi, og enn hava vit onki fingið at vita, annað enn, at arbeitt verður við málinum.

Teknmálstulkatænastan er í dag ein deild undir Almannaverkinum.

Vit síggja lýsingar í miðlunum, har søkt verður eftir teknmálstulkum til teknmálstulkatænastuna, men ikki eitt orð um at hesir tulkar eisini skulu duga at skrivitulka.

Sum ein stórur bólkur, ið hevur hoyribrek, men ikki dugir teknmál, kenna vit okkum fullkomiliga gloymd í Almannaverkinum.

Vit kenna okkum ikki at hoyra til í Teknmálstulkatænastuni, og tá vit gera vart við hetta, verður okkara kensla staðfest. Vit við hoyribreki vilja verða hoyrd.

Fyri okkum er tað umráðandi, at tann hækkin, ið Teknmálstulkatænastan hevur havt síðan 2015, til skrivitulkatænastuna sum part av Teknmálstulkatænastuni, verða brúktar til tað tær vóru ætlaðar.

Vit vóna ikki, at mann er komin har til, at mann fer at seta fólk í starv, ið ikki bæði kunnu teknmálstulka og skrivitulka.

Vit vóna, at mann politiskt ger nakað við støðuna, tí støðan sum hon er nú, kann ongin liva við.

Nevndin í Hoyr

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo