40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Javnaðarflokkurin: Í longri tíð hava privat fólk koyrt heilivág út frá Suðuroyar Apoteki til syðru helvt av Suðuroynni. Hendan skipanin hevur verið stak góð, men nú hoyrist, at Posta skal yvirtaka útkoyringina.

Tí hevur Henrik Old sett landsstýrismanninum hesar spurningar:

1. Hví kann góða tænastan, har privat fólk koyra heilivág út frá Suðuroyar Apoteki, ikki halda fram?

2. Kann landsstýrismaðurin tryggja, at tænastan til brúkaran framyvir verður á sama høga støði?

3. Hvussu nógvar privatar tænastur á heilsuøkinum skal Posta yvirtaka, sum feløg og einstaklingar veita til føroyingar?

Tænastan hevur riggað framúr væl, og fólk hava verið væl nøgd við hana. Tí kann mann ivast í, um tænastan framyvir verður tann sama. Hetta setur eisini spurnartekin við, hvussu nógv Posta skal yvirtaka av privatum tænastum á heilsuøkinum, sum einstaklingar og feløg veita, skrivar Henrik Old í viðmerkingunum. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo