Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eg skilji ikki tankagongdina hjá politikarum í FO. Altso hvar er trygdin til tey sum hava brúk fyri einum neti at lofta sær, tá man gerst sjúkur, gamal osv?

Eg havi verið sjúk í nógv ár, allerhelst fødd soleiðis. Eg fekk FTPensjón tá eg var 40+ Eg havi onga eftirlønaruppsparing, (eri nú 53 ár) og eigi skallutar 550kr ca.

Hví er onki í systeminum sum tekir hædd fyri tey sum eru fødd sjúk?

Har eru Altso bæði pensjónistar sum onki eiga, umframt fólk sum hava arbeitt, og gjørdust sjúk vegna slit o.a Tey hava uppsparing - nøkur heldig hava trygging sum tók við tá tey gjørdust sjúk. Og fáa eina upphædd frá trygging inn á eftirlønarkonto.

Eg havi búð í dk eisini, fekk kontanthjælp tá. Har koyrdi kommunan ein deil inn til PFA pensjón, av tí at man longu tá dugdi síggja at ØLL koma at hava tørv á einari uppsparing, so ØLL kunnu Liva eitt virðiligt lív einaferð um man gerst so gamal.

Her er framvegis ongin uppsparing til tey veikastu í samfelagnum!

Eg haldi Heilt erligt at politikarir eiga at hugsa um okkum eisini, og ikki bara sita har í tinginum og geva sær sjálvum feita lønarhækking og pensjón!

Rokna út hvat man Hevir tørv á í uppsparing tá man gerst pensjónist og Gev til tey sum onkið hava.

Síðsta ár gjørdi AV eina útrokning av mínari økonomi, í samband við at eg søkti um hjálp. Hóast eg fái hægstu Fyritíðarpensjón, metti man at eg hevði eitt undirskot uppá knap 1100kr md. Í mun til hvat man eigur at hava í rådighedsbeløb!

Eg havi onkið lán í bankanum, bara vanligar útreiðslur - einasta eg betali av pá er ein telefon. Eg búgvi í einari lítlari íbúð hjá Bústaðir.

Eri fullkomiliga skelka yvir at Bústaðir nú á øðrum árið í trekk, hækkar leiguna við fleiri 100kr.

Tann lítla hækking vit FT pensjónistar fingu í Januar, er ikki til at merkja ella síggja aftur, nú Sev er farið upp í ár og fyrra-ár, Medisin egingjald er farið til himmals og nú húsaleigan eisini. (Umframt alt annað sum er blivi dýrari)

Hví fáa støk/stakir uppihaldarir og láglønt ikki boligsikring?

Eg komi td aldrin at vera so væl fyri at eg kann keypa mær ein bústað. Tað Hevir verið frammi í tíðindum at nógv búgva einsamøll. Tað eru sikkurt Heilt nógv sum ikki hava annað valg enn at leiga sær tak yvir høvdið!

HVÍ kunnu Nøkur fáa “boligsikring“ knappar 3.000kr md i form av rentustuðul? Meðan tey sum onkið eiga fáa 0 og Nix?

Júst í løtuni sita fleiri 100 familjur i Sjokk yvir leiguhækking hjá Bústaðir hesaferð. Nøkur eru noydd at flyta, onnur mugu sutta pá labban enn meira.

Eg skilji ikki at Hettar ongan áhuga Hevir í tíðindum, ein skandala - at man í 2024 bara hugsar um tunnlar og onkið annað ! I fylgi Luksusfælden , sum nøkur kanska kenna til, siga tey javnan at útreiðslur til bústað aldrin skal vera meira enn 1/3 ca av inntøku - fyri at kunna Liva eitt rímiligt lív. Her gjaldi eg meira enn helvtina av mínari inntøku til leigu!

Hjartasuff herfrá/Tina Johansen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo