40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Hetta er tíðin tá ið árliga tiltakið við Grannakaffi aftur er á skránni og í Vági fara Rørslufelagið Hvistan og Bindikonurnar í Stóra Pakkhúsið, at skipa fyri góðum grannakaffi.

Í fjør hevði Hvistan rennikapping og síðani Grannakaffi við Stórá og Bindikonurnar høvdu Grannakaffi í Meinigheitshúsinum í Vági og nú í ár, eru bæði Hvistan og Bindikonurnar saman um hetta.

Samstundis er Vágur karmur um BETRI Vetrarkappingina í renning, sum í ár verður runnið av Vágseiði, út á Nes, innaftur móti Vági umvegis bóndagarðin og so vestur aftur á Vágseiði, ein teinur á 8,7km.

Rennikappingin byrjar kl. 11.00 og eftir tað, umleið kl. 12.00 og til 16.00 verður boðið til Grannakaffi í Meinigheitshúsinum, har øll eru vælkomin.

Bindikonurnar hava áður samstarva við Hvistuna, tað gjørdu tær í fjør tá ið Hvistan hevði Føroya Sunnasta 1/2marathon, og tær virkaðu við til tann sera góða matin, aftaná langa renni og gongutúrin, so tað var nærliggjandi at halda fram við hesum góða samstarvið, sum vónandi eisini verður aftur í heyst, tá ið Føroya Sunnasta 1/2marathon aftur er sett á skrá, og longu nú fleiri 50 hava melda til.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo