Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Var á grøvini hjá foreldrum mínum ein dagin herfyri.

18 ár vóru liðin, síðan mamma fór til gravar.

Tá ið eg kom til hús aftur, hoyrdi eg eitt av hesum aktivistisku innsløgunum í útvarpinum um fría fosturtøku.

Eitt framstig fyri kvinnur, siga tey!

Ikki eitt orð um pápan, og BARNIÐ verður als ikki tikið upp á tungu.

Hugurin fór aftur til mína kæru og vísu mammu, sum í sambandi við egnar upplivingar, tá ið hon gekk við sínum sætta barni, gjørdi eina so sera rørandi og talandi yrking um hetta evni.

Eyðun, bróðir, sum var hennara sætti sonur, sigur soleiðis um yrkingina:

"Yrkingina skrivaði mamma til mín einaferð fyrst í 90'unum. Eg minnist væl, hon kom niðan til mín við henni - tað hevur ivaleyst verið okkurt kjak tá um fosturtøku, kann eg ætla.

Mamma var 37, tá ið hon gjørdist við barn fyri 6. ferð og var júst fylt 38, tá ið eg varð føddur.

Eg minnist, hon onkuntíð segði mær, at læknin hevði sagt við hana, at hon ikki var egnað at fáa fleiri børn og ikki var før fyri at bera meg.

Tað er ein nokk so merkilig og sera eksistensiell hugsan at ganga við.

Eg má bara siga, at lívið er dýrabart, og at eg eri glaður fyri, at eg slapp at liva."

Eitt lítið lív – júst byrjað, so týnt tað verður brátt,
ei vælkomið av teimum, ið her tað skuldu átt.
- Mítt kæra barn, mín lækni, hann segði so við meg,
eg neyvan før var fyri í heim at bera teg.

Hvør avger, at mín rættur til lívið størri var
enn pinkulítla barnsins, eg undir hjarta bar?
Vart tú ei fyri Gudi ein sál so dýrabar?
Hann hevði pláss tær vunnið í Himlinum hjá sær.

Tey evni, skapt av Gudi, frá tí tú gitin varð,
lat fyri Hann tey virka, sum gávurnar gav tær.
Í móðurlívi fostrið Hans eyga gjølla sær,
í bók Hans upp varð skrivað hvør dagur, givin tær.

So stór og djúp var frøin, tá ið tú føddur varð,
í sorgum og í gleði eg átti lut við tær.
Í mínum hjarta eigur tú líka stóran part,
nú tú ert vaksin maður, sum tá tú lítil vart.

Tey barnaár, tey svunnu ov skjótt, so tykist mær.
Tó tíðin fer – vit kunnu ei broyta nakað har.
Men Harrin er tann sami, Hann okkum hjálpa kann,
um vit av hjarta vilja enn líta heilt á Hann.

Jógvan á Lakjuni

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo