Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tórshavnar kommuna er komin í eina markáttliga støðu, tey hava brádliga funnið útav "at den med Karlmagnusarbreyt er ikke så god."

 

Tí spyrja tey okkum.

 

Góðu borgarar, vit vita ikki, hvat vit hava gjørt við Karlamagnusarbreyt, ti koma vit til tykkum.

 

Hetta stendur at lesa á heimasíðuni: www.torshavn.fo

 

"Tórshavnar kommuna hevur í staðin fyrireikað eina talgilda kanning, har tit kunnu skráseta tey viðurskifti á Karlamagnusarbreyt, ið tit halda skulu betrast.

 

Hvat halda tit um ferðslutrygdina og møguleikarnar fyri parkering?

Hvat kann gerast fyri trivnaðin?

Er tørvur á at skipa fríøki?

 

Harafturat verður arbeitt við at skipa Torgið við Hoyvíkar kirkju og ítróttarøkið við Hoyvíksvøll.

 

Tykkara vitan er sera týdningarmikil, soleiðis at umsitingin hjá kommununi kann menna økið við støði í tykkara upplivingum."

 

TIT EIGA ÁBYRGDINA! Tí mugu tit eisini koma við eini loysn, ella er hatta ein annar háttur at skáka sær undan ábyrgd. So um nøkur ár kann kommunan siga, nei, uppskotið um økið runt Karlamagnusarbreyt kom frá borgarunum.

 

Hvar eru býráðslimirnir! - Sita øll 13 og bara góðtaka hetta sum fer fram við Karlamagnusarbreyt?

 

Eg vóni ikki, at  søgan um Karlamagnusarbreyt, fer at endurtaka seg aðrarstaðni í kommununi.

 

Gleðiligar páskir.

 

Jóhan Petur Johannesen

 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo