Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Javnaðarflokkurin: Heðin Mortensen, løgtingsmaður, hevur sett Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í samferðslumálum skrivligan fyrispurning um ætlanirnar við Gomlurætt, tá Sandoyartunnilin verður tikin í nýtslu.

Havnin í Gomlurætt verður nýtt av Strandfaraskipum Landsins í sambandi við farleiðirnar í Sandoynna og Hest. Tá Sandoyartunnilin verður liðugur og tikin í nýtslu, er Hestleiðin einsamøll eftir um at nýta Gomlurætt sum samferðsluhavn.
Heðin Mortensen, løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin, spyr tí Jørgen Niclasen, hvørja ætlan landsstýrið hevur við havnini í Gomlurætt, tá Sandoyartunnilin er liðugur.

- Nú nýtslustigið fer at minka munandi, er tað viðkomandi at fáa at vita, hvørjar ætlanir landsstýrið hevur til tess at tryggja, at samfelagið eisini í komandi árum kann fáa ágóðar av havnarlagi og lendi, sum standa mát við íløguna og við inntrivið, ið gjørt er í lendið, sigur Heðin Mortensen.

Landsverk hevur ábyrgd av at reka havnina í Gomlurætt, sum varð tikin í nýtslu í 1993 og kostaði 130 mió kr. at byggja. Tórshavnar Havn leigar sum er ein part av havnalagnum til flótibrúgvar til smábátar og atløgubryggju til ferðamannasigling.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo