40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

At Teistin ikki siglir um kvøldið, er als ikki nóg gott og hoyrir ongastaðni heima. Ein kann spyrja seg hvørji argumentini eru fyri, at hann ikki skal sigla eftir nátturða?

 

Torført er at síggja logikkin í tí, tað mátti einans verið ein fyrimunur at siglt so nógvar túrar sum møguligt og harvið deilt ferðafólkini útyvir so nógvar túrar sum til ber.

 

Og hvussu er við Hasfjord?

 

Nær byrjar tann siglingin?

 

Spurningarnir eru fleiri, men kunning og samskifti vísir seg ikki at verða nakað, ið verður raðfest serliga høgt á Strandfaraskipum Landsins.

 

Sum tað sær út við ferðavinnuni í ár, so skulu vit ikki vænta tað stóra talið av útlendskum ferðafólki. Og skal føroyska ferðavinnan hava lív lagað, mugu vit royna at fáa føroyingar at ferðast í okkara egna landi, men tá ið Teistin ikki siglur um kvøldði á sandoyarleiðini, er tað sum so ómøguligt at fáa ferðafólk at vitja økið.

 

Hvussu skal nakar kunna fara suður í Sandoynna, um Teistin gevst at sigla um náttverðatíð?

 

Strandfaraskip Landsins hava sett Sandoynna og Sandoyar Sýslu nógv ár aftur í tíðina. Og tað kann ikki verða rætt at SSL skal kunna fáa loyvi at arbeiða á henda hátt. Meiningin er jú, at hetta skal verða ein tænastustovnur!

 

Teistin má byrja at sigla eftir vanligu ferðaætlanini, ongantíð ov skjótt.

 

Tá ið hann kundi takast úr sigling við sera stuttum skotbrái, má eisini bera til at seta hann í sigling um kvøldið aftur beinanvegin.

 

Vónandi og væntandi kemur Strandfaraskip Landsins við eini greiðari útmelding viðvíkjandi siglingini um Skopunarfjørð beinanvegin.

 

Vegna Sandoyar Sýslu Ferðalag

Heini Tausen

Formaður

 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo