Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Reyði Krossur Føroya sóknast eftir evnum at heiðra sum ‘Ársins Fyrstahjálpara 2015’.

Tann, sum er í uppskoti, skal í farna ári á serligan hátt hava givið kropsliga ella sálarliga fyrstuhjálp.

‘Ársins Fyrstahjálpari 2015’, fær heiðursbræv frá Reyða Krossi Føroya og eina peningagávu, ið Tryggingarfelagið Føroyar letur.

Reyði Krossur ynskir at varpa ljós á týdningin av at duga fyrstuhjálp og at eggja fólki at læra seg fyrstuhjálp, so fleiri lív kunnu bjargast.

Einstaklingar, virkir og stovnar kunnu lata inn uppskot, ið verða viðgjørd av fyrstahjálpsinstruktørunum og nevndini hjá Reyða Krossi.

Oyðublað, ið er sent politistøðunum kring landið og eisini fæst á heimasíðuni hjá Reyða Krossi, skal sendast Reyða Krossi Føroya í seinasta lagi 31. januar 2016 á redcross@redcross.fo ella sum vanligur postur til Bryggjubakka 10, 100 Tórshavn.

‘Ársins Fyrstahjálpari 2015’ verður tilnevndur hósdagin 18. februar 2016 kl. 16 á Reyða Krossi, Bryggjubakki 10 í Havn.

www.reydikrossur.fo
T-postadressa: redcross@redcross.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo