Reyði Krossur Føroya sóknast eftir evnum at heiðra sum ‘Ársins Fyrstahjálpara 2016’.
Tann, sum er í uppskoti, skal í farna ári á serligan hátt hava givið kropsliga ella sálarliga fyrstuhjálp.
‘Ársins Fyrstihjálpari 2016’ fær heiðursbræv frá Reyða Krossi Føroya og eina peningagávu, ið Tryggingarfelagið Føroyar letur.
Reyði Krossur ynskir at varpa ljós á týdningin av at duga fyrstuhjálp og at eggja fólki at læra seg fyrstuhjálp, so fleiri lív kunnu bjargast.
Einstaklingar, virkir og stovnar kunnu lata inn uppskot, ið verða viðgjørd av fyrstuhjálparinstruktørunum og nevndini hjá Reyða Krossi.
Oyðublað, ið er sent politistøðunum kring landið og eisini fæst á heimasíðuni hjá Reyða Krossi, skal sendast Reyða Krossi Føroya í seinasta lagi 28. februar 2017 á redcross@redcross.fo ella sum vanligur postur til Bryggjubakka 10, 100 Tórshavn.
‘Ársins Fyrstihjálpari 2016’ verður tilnevndur týsdagin 28. mars 2017 kl. 16 hjá Reyða Krossi, Bryggjubakka 10 í Havn.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo