40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í hesum døgum, tá alt stongir vegna smittuvanda og fólk skulu hava frástøðu á 2 metrar - hvør verjir tá kassafólkini?

Tey sita undir 1 metur frá hundraðtals viðskiftafólki, uttan verju fyri andlitið.

Tey eru verjuleys, um eitt viðskiftafólk kemur til at hosta, sprutta ella njósa teirra veg.

Tey sita longri niðri og eru sera útsett. 

Enn havi ikki sæð reglur fyri reingerð av kassatólum og økinum rundan um.

Tað verður sagt aftur og aftur at handlarnir eru ein lívsnerv í samfelagnum, men hvør verjir hesa lívsnerv? 

Hvør tryggjar at hesi ikki eru ein smittubumba?

Vit skulu øll keypa inn og halda gongd í samfelagnum.

Landsins kosnu SKULU verja ALT fólkið.

Eg hugsi hesar tankar, tí eg sum pápi at eini gentu, sum situr nakrar fáar tímar um vikuna við kassan í einum matvøruhandli, nú er í tí størsta smittuvandaøkinum í landinum.

Bussførarar hava fingið 2 metur frástøðu og mannagongd viðvíkjandi reingerð. 

Nú er eisini tíð at verja KASSAFÓLKIÐ og KUNDAN.

Eg kann ikki lata vera við at hugsa um, at ein barrvørður í Ischel kundi smitta nærum alt Europa.

Kassafólkið kann vera tann nýggi barrvørðurin og eingin hugsar tankan!!!!

Og nei tað er ikki eigarin sum hevur ábyrgdina einsamallur longur.

Pápi at ungum kassafólki

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo