40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Nú verður av álvara farið undir at fyrireika miðbýin til framtíðina. Leygardagin 3. oktober bjóðar Tórshavnar kommuna øllum borgarum til orðaskifti og eitt øðrvísi tiltak í gongugøtuni. Endamálið er at hoyra og skifta orð við borgaran um miðbýin í framtíðini.

Kommunan setir eina fyribils installasjón upp, har dentur verður lagdur á gongugøtuna, og hvussu einføld listarlig átøk skapa øðrvísi arkitektur.

Arkitekturdagar 2015
Býurin fyri menniskjað er eitt hugtak, sum hevur funnið fótafestið í býarplanlegging og arkitekturi. Men hvat merkir hetta, og hvørji menniskju er talan um?

“Planlegging” er heitið á arkitekturdøgunum í ár. Og tí fer Tórshavnar kommuna at varpa ljós á bæði hugtakið og miðbýin við eini øðrvísi gongugøtu.

Fólkið í miðdepilin

Tiltakið í miðbýnum savnar seg um fólk til gongu og eggjar borgarunum at taka lut og skapa framtíðar gongugøtuna. Borgaraluttøkan verður skipað soleiðis, at borgarin kann skriva og siga sínar hugsjónir um gongugøtuna í framtíðini. Við øllum viðmerkingunum frá borgarunum verður strembað eftir at gera borgarans rødd sjónliga í býnum.

Gongugøtan stongd
 Niels Finsens gøta verður stongd fyri bilferðslu frá Steinagøtu og oman til Sverrisgøtu í tíðarskeiðinum 2. - 4. oktober 2015. 

Vilt tú hava ávirkan á framtíðar gongugøtuna ella bara fáa ein hugnaligan dag við tónleiki, einum yvirraskilsi, Bubu og onkrum góðum til góman. Komið so oman á gongugøtuna leygardagin 3. oktober millum kl. 11-14.

Skipað verður eisini fyri gongutúri kl.13.30. Steðgað verður ymisk støð í miðbýnum, og so fær borgarin høvi at siga sína hugsan um einstøku støðini. Møtt verður við Handilskjarnan kl.13.30. 

Instagram #mínbýur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo