40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Íverksetarahúsið: Í dag er online marknaðarførsla ikki bert ein møguleiki, men neyðug, um ein fyritøka ynskir at yvirliva og ikki minst vaksa.

Hósdagin 19. april.  kl. 17.00 bjóðar Íverksetarahúsið til tiltak á Bókasavninum við Løkin í Runavík.  

Kom og hoyr meira um marknaðarføring, nýggjastu rákini og fá góð ráð, hvussu tú betrar um tína marknaðarføring.

Fyrilestrarhaldari er Jákup Justinussen. Jákup fæst við  ráðgeving innan marknaðarførslu á talgildum miðlum. 

Hann hjálpir fyritøkum, stovnum og felagsskapum við, hvussu tey kunnu brúka talgildar miðlar fyri at røkka longur ella selja meira.

Jákup hevur drúgvar royndir við sosialum miðlum, search marketing, tilrættislegging av kampagnum og at framleiða innihald til heimasíður, sosialar miðlar o.a.

Tiltakið er alment og ókeypis og øll eru vælkomin. Tiltakið endar kl. 18.30.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo